Picture
Í døgunum 25. til 27. februar vitjar kendi danski venjarin Jan Pytlick sum gestur hjá HSF

Skráin: Leygardagin 26. februar, KÍ-høllin, Klaksvík 

Kl. 10.00-12.00 
Jan Pytlich fylgir venjingini hjá Dia Midjord saman A-landsliðnum hjá monnum,

Kl. 13.00-15.00   
Jan Pytlich venur A-landsliðið hjá monnum.
Tey, sum hava meldað seg til fyrilestur kl.16, eru boðin at vera áskoðarar. Eftir venjingina verður ein lítil steðgur, har høvi verður hitta Jan Pytlick til kaffi- og hondbóltsprát.

Kl. 16.00-18.00
Jan Pytlich heldur fyrilestur í Skúlanum við Ósánna

Evnið í fyrilestrinum:
- at byggja upp eitt landslið
- at byggja upp eitt vinnaratoymi
- OL (Olympisku Leikirnir)
- anekdotur frá landsliðsarbeiðnum

Eitt sindur um Jan Pytlich
Við sínum drúgvu royndum sum kvinnulandsliðsvenjari hevur Jan Pytlick, frá 1998-06 og so aftur frá 2007, luttikið í (og vunnið) fleiri Europa- og Heimsmeistarakappingum umframt Olympiskum Leikum við royndum og minni royndum spælarum.  Donsku kvinnurnar gjørdust nummar 4 í Europameistarakappingini í desember.  Danska liðið er lutfalsliga ungt og hevur sum mál at vera í hæddini til OL 2012 í Onglandi.

HSF er sera fegið um at fáa vitjan av einum tílíkum kapasiteti innan hondbólts- og ítróttarheimin og væntar, at vitjanin fer at geva íblástur til venjarar, spælarar og fyrilestrarluttakarar annars.

Hóast talan er um eitt kostnaðarmikið tiltak, hevur HSF gjørt av at senda hondbóltsvenjarum – og hondbóltsfólki, sum heild - serliga innbjóðing at fylgja venjingini og fyrilestrinum í Klaksvík leygardagin.

Melda til á hsf@hsf.fo  upplýs: navn, felag og fartlf. – seinasta freist er hóskvøldið 24. februar kl.22

 
 
Picture
Stjørnan er einasta hondbóltsfelag í landinum, sum til hvønn einasta heimadyst hjá besta kvinnuliðnum, hevur hallarspekarar. Tað byrjaði í 1998, og var tað núverandi venjari okkara Svein Rógvi, sum eisini tá var venjari, sum tók stig til fáa hallarspeakara.

At hava hallarspeakara var vanligt í útlandinum, so hví ikki royna tað her hjá okkum. Ein hallarspeakari setur ein serligan dám á, har leikarnir á báðum liðunum verða presenteraðir við dystarbyrjan, og annars tá skorað verður, ella t.d. tá málverjin hevur eina góða bjarging, væl kryddað við góðum lívligum tónleiki.

Sum sagt, so varð byrjað í 1998, og hevur hallarspeakari verið til stórt sæð hvønn tann einasta  heimadyst hjá Stjørnuni síðani.

At byrja við, vóru tað ikki øll, sum vóru líka fegin um hallarspekaran við síni hvøllu rødd og larmandi tónleiki, men við tíðini er hetta blivið ein partur av einum hondbóltsdysti í KÍ-høllini. Tað er komið fyri, at hallarspekarin hevur havt forfall, og hevur tá verið saknur í honum. Tað er, sum at tað manglar nakað.

Fyrstu árini var tað Kristian Joensen (núverandi dómari í bestu kvinnu- og mannsdeildini) sum var speakari. Síðani 2001 hevur Otto Jacobsen trúliga sitið við mikrofonina. Við síni kláru rødd og góða tónleiki, hevur hann mangan fingið “høllina” uppá kók.

Boð hava eisini verið eftir Otto til onkrar av steypafinalunum. Seinast var, nú steypafianlurnar vórðu leiktar 12. feburar.

Vit ynskja Otto tillukku við 10 ára jubileuminum, og ynskja honum alt besta sum hallarspeakari næstu 10 árini.

 
 
Picture
Vit einum fantastiskum endaspurti vendu okkara kvinnur einum hóttandi tapi móti Neistanum í dag til sigur. Við sigrinum reistu tær seg aftur eftir skuffandi tapið í steypafinauni.

Dysturin var, sum væntað, sera spennandi og javnur og til tíðir hart leiktur. Hálvleiksstøðan var 12-12.

Neistin kom betur frá byrjan í seinna hálvleiki. Hóast tað gekk javnt á, so hevði Neistin leiðsluna stóran part av seinna hálvleiki, og tað lá líka sum í luftini, at Neistin fóra at vinna dysti.

Men okkara kvinnur vildu tað ørvísi, við ein fantastiskum endaspurti ótu tær seg inn á Neistan, og so hvørt sum munurin minkaði, øktist spennigur, og tá so okkara kvinnur tóku leiðsluna, køkaði høllin. Tá dómararnir bríkslaður dystin av, vísti úrslitatalvan 26-24 til okkara kvinnur, og rómurin var øgiligur bæði á  leikarum og viðhaldsfólki.

Við sigrinum tókur okkara kvinnur eitt stórt fet nærri einum finaluplássi. Men enn kann nógv henda.

Judit nýggja stjørnuskotið
Tað var serliga ein leikarari hjá Stjørnuni sum gjørti bart í dag. Tað var unga Edit Hansen á høgri vongi. Hon leikti við einum ótrúligum sjálvsáliti, og skoraði næsta hvørja ferð, hon ryndi seg við skoti móti neistamálinum. Saman við Alinu gjørdist hon toppskjútti við átta málum.

 
 
Picture
Sunnudagin fáa okkara kvinnur vitjan av Neistanum. Talan er um ein rættiliga týdningarmiklan dyst. Okkara kvinnur eru á odda í landskappingin við 28 stigum fyri 17 dystir, meðan Neistin er á triðja plássi 24 stigum fyri 16 dystir.

Vinna okkara kvinnur dystin, taka tær eitt stórt stig móti einum finaluplássi, samstundis sum eitt tap fyri Neistin, kann hava við sær, at tað verður trupult hjá teimum at náa einum finaluplássi. Sostatt er dysturin rættiliga týdningarmikil fyri bæði liðini.

Vit vænta ein javnan og spennandi dyst, har okkara kvinnur skulu reisa seg aftur eftir skuffandi tapið í steypafinaluni og vísa, at tær kunnu meira, enn tær vístu í tí dystinum, og tað vita vit, at tær kunnu. Dysturin byrjar kl. 15:00.

 
 
Picture
 Í dag vóru okkara kvinnur áttandan árið á rað í steypafinaluni, har mótstøðuliðið var Tjaldur. Spenningurin var stórur undan dystinum. Fyri 14 døgum síðani leiktu liðini landskappingardyst í Klaksvík, tá vunnu okkara kvinnur ein tryggan sigur, men í dag vóru tær ov stuttar. Okkara kvinnur høvdu stóra trupuleikar við at steðga eini sera væl upplagdari Simonu Petersen, meðan vejran hjá Tjaldur stóð stinn og var sera ágangandi. Tað hevði við sær, at okkara kvinnur ikki fingu sama góða og flótandi spælið fram, sum tær vístu móti Tjaldur fyri 14 døgum síðani.

Tjaldur fekk betru byrjanini, og var á odda við fýra málnum, tá 10 min. vóru leiktir. Eftir hetta runnu okkara kvinnur aftaná. Tær  royndu tó til tað síðsta, og spenningur kom í móti dystarenda, tá mnurin minkaði til tvey mál, men okkara kvinnu tóku ikki av møguleikanum, og endin varð, at Tjaldur vann 26-22 . 

Vit ynskja Tjaldur hjartaliga tillukku við steypinum

 
 
Picture
Komandi leygardag verður stóra hondbóltsbraki í høllini á Hálsi, tá steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum verða leiktar.

Sum flestu kunnugt, so eru okkara kvinnur áttanda árið á rað annað liðið í steypafinaluni. Mótstøðu- liðið hesaferð er Tjaldur.

Eins og undanfarin ár skipar Stjørnan fyri busssambandi í samband við steypafinaluna. Um nóg nógv tekna seg, verður koyrt úr Klaksvík kl. 11:00, og norðuraftur beint eftir finaluna.

Kostnaðurin er kr. 50,- aftur og fram. Tekning á tlf. 216213 (Kristoffur), 217786 (Ingvi) og 281981 (Pól) í seinasta lagi fríggjadagin kl. 14:00.

 
 
Picture
Hesar fittu hondbóltsgenturnar spældu seg til heiðursmerkir í gjár. Vit tóku nakarar myndir, sum tú sært undir myndasavn
 
 
Picture

Sum søga felagsins sigur, so er hondbólturin byrjaður í Klaksvík í 1932. Tey mongu fyrstu árini vóru tað bert kvinnur, sum leiktu hondbólt. Seinni komu mennirnir við, og vóru tað fyri ein stóran part fótbóltsleikarar (KÍ´arar), sum eisini leiktu hondbólt. Beinleiðis ungdómshondbóltur var ongin.

Í 1958 kemur danin Christian Jørgensen til Klaksvík at búgva. Pápi hansara skuldi verða bryggjari hjá Føroya Bjór.

Stutt eftir at Christian var komin til Klaksvík, fór hann í timburlæru í Havn. Har fór hann at leika hondbólt við Neistanum, og gjørdist hann rættilig virkin í felagnum. Eitt skifti var hann formaður, og var hann m.a. við til at byggja gamla neistahúsið. Húsið stóð, har ÍSF-húsið stendur í dag.

Í 1965 flytur Christian aftur til Klaksvíkar búgva.

Nakað av hondbólti var í Klaksvík tá, men skipaður ungdómshondbóltur var ongin. Hetta vildi Christian gera nakað við. Hann fór í gongd við at skipa fyri venjingum, bæði fyri vaksin og børn, og undirtøkan var góð. Ítróttarhøll var ongin tá, so vant bleiv út á grúsvølli og í fimleikarhøllini. Men um hetta mundi vóru klaksvíkingar farnir í holt við fyrireikingarnar at byggja ítróttarhøll, og so hvørt sum høllin nærkaðist, vaks áhugin fyri hondbóltinum.

Christian var í mong ár formaður í Stjørnuni, og legði hann rættiliga nógva orku í Stjørnuna. Í nógv ár vandi hann stórt sæð øll liðini hjá Stjørnuni.

Vit kunnu róliga siga, at við Christiani sum formanni og venjara varð grundarlagið lagt fyri tí virksemi, sum er í Stjørnuni í dag.

Vit fara seinni at hava ein samrøðu við Christian um tíðina, hann var aktivur í felagnum.


 
 
Picture
Á aðalfundinum hjá KÍ í gjárskvøldið tók Kristoffer Ragnarson við afturvalið og verður tí framhaldandi formaður fyri Stjørnuna.    
 
 
Picture
Hóast tapið móti StÌF í seinnu hálvfinaluni í gjárkvøldi, so var 9 málssigurin í fyrru hálvfinaluni nóg mikið til at tryggja Stjørnuni pláss í steypafinaluni 2011.

Liðini í hinar steypafinaluni hava verið Neistin og Tjaldur. Fyrru hálvfinalnuna vann Tjaldur við 8 málum. Seinna hálvfinalan er leikt í Runavík í kvøld, og úrslitið gjørdist 31-29 til Tjaldur.

Tað verða sostatt Stjørnan og Tjaldur, sum møtast í steypafinaluna í høllini á Hálsi leygardagin 12. februar.

Hetta er áttanda árið á rað, at stjørnukvinnurnar eru í steypafianluni, og má tað sigast at vera sera flott.

Stjørnan hevur nú eins nógv steypafinalupláss sum Neistin Sambært yvirlit hjá HSF yvir steypafinalurnar hjá kvinnum síðani 1987 til og við 2010, so hevur besta kvinnuliðið hjá Neistanum verið 12 ferðir í steypafinaluni, meðan Stjørnan 11 ferðir hevur verið annar parturin av steypafinaluni. T.v.s., at steypafinalan næsta leygardag er tann tólvta hjá Stjørnuni.

Viðmerkjast skal, at av teimum tólv steypafinalunum Neistin hevur luttikið í, hava tær vunnið tær ellivu, meðan Stjørnan higartil hevur verið steypavinnari seks ferðir.