Okkara kvinnur hava í dag verið á Skála og leikt móti StÍF. Mikukvøldið góvu strandakvinnur Neistanum ein skarpan gang, og vóru um reppi at vinna, men Neistin reið stormin av og vann 32-28. Sostatt var spenningurin stórur undan dystinum í dag. Tað gekk eisini javnt á fyrstu 20 minuttirnar, men seinastu løtuna settu okkara kvinnur meira ferð á, og tá hevði StÍF trupuleikar at fylgja við. Í hálvleikinum høvdu okkara kvinnur eina leiðslu uppá 6 mál.
StÍF megnaði ognantíð at svara aftur, og sum seinni hálvleikur gekk, øktu okkara kvinnur støðugt um leiðsluna, og endaliga úrslitið gjørdist ein greiður 26-16 til okkara kvinnur.
Við sigrinum gjørdu okkara kvinnur sína skyldu undan avgerandi dystinum í Vági komandi sunnudag. Koyr á Stjørnan!!
Næstseinasta vikuskifti vórðu finalurnar í steypakappingini í øllum deildum avgreiddar. Tey vaksnu leiktu leygardagin og tey yngru sunnudagin.Gentur 14 hjá okkum høvdu leikt seg í steypafinaluna, har mótstøðuliðið var Kyndil.
Sum áður nevnt, so varð nógv gjørt burturúr, eisini tá tey yngru liðini leiktu. Eins og hjá teimum vakstu, blivu finalurnar leiktar í Høllini á Hálsi. Leikt var á serligum undirlagi, leikarnir blivu presenteraðir, og okkara bestu dómarapør dømdu dystirnar. Høllin var fullsett við áskoðarum.
Sigast skal beinanvegin, at tað gekk onki serligt hjá okkara gentum, úrslitið var ein greiður sigur til Kyndil. Okkara gentur hava ongantíð áður leikt undir slíkum umstøðum, og vóru tær tíðilgt merktar av hesum. Tær vóru rættiliga nervøsar, og brendu upplagdar málmøguleikar, men Kyndil var betra liðið og vann 18-5. Tað hevði so við sær, at okkara gentur fingu silvurheiðursmerkir hongd um hálsin eftir dystin. Hjartaliga tillukku við tí.
Sjálvandi vóru okkara gentur ógvuliga keddar eftir dystin, men at spæla seg í steypafinaluna er gott í sær sjálvum.
Genturnar hava víst stóra framgongd í vetur, so nú er bara at hanga í, tí møguleikarnir at fáa heiðursmerkir í landskappingini eru góðir. Tær liggja í løtuni á øðrum plássi við 10 stigum fyri 7 dystir. Kyndil er á odda við 16 stigum fyri 8 dystir, og á triðja plássi er Neistin 6 stigur fyri 8 dystir.
Myndir: Anton Højgaard
Eftir at hava vunnið steypakappingina, er málið hjá okkara kvinnum at koma í fm-finaluna. Í dag hava tær verið í Runavík og leikt móti botnliðnum Tjaldur. Hóast spælið ikki var nakað ar reypa av, so gjørdu okkara kvinnur sína skyldu, og vunnu dystin 33-26.
Simona, sum koykti fótin í dystinum móti Neistanum mikvøldið, bleiv spard í dystinum í dag, og kom ongantíð á vøllini. Yngru leikarnir fingu meira spælitíð, og tær stóðu seg bara væl. Næsti dystur verður Skála móti StÍF um eina viku. Koyr á Stjørnan!
Lagt var upp til ein spennandi dyst, tá okkara nýklaktu steypavinnarar í kvøld vóru á vitjan hjá oddaliðnum Neistin. Okkara kvinnur komu væl frá byrjan, og hvødu tær leiðsluna fyrstu 20 minuttirnar. Men í næstu trí álopunum gjørdu okkara leikarar nøkur mistøk í uppspælinum, sum høvdu við sær, at tær mistu bóltin til neistaleikara, og hetta gav Neistanum møguleika at fara í skjót mótálop og skora. Bráddliga vent í holuni, tað hevði verið Neistin, sum hevði runnið aftaná okkara leikarum, men bleiv øvugt. Hávleiksstøðan gjørdist 18-15 til Neistan.
Komu sterkt aftur í seinna hálvleiki, men tað rakk ikki Neistin fekk eisini økt um leiðsluna til 4 mál, men okkara kvinnur góvu ikki upp, og tá 43 minuttur vóru leiktir, var javnleikur 22-22, og løtu seinni vóru okkara kvinnur á odda 24-22. Men so hendi tað, at Simona, sum hevði spælt rættiliga væl, var óheppin og koykti fótin, og mátti av vøllinum. Hon kom tó innaftur nakað seinni, men hon var tíðiliga darvað av skaðanum. At Simona fekk skaða, vísti seg at nerva álopspælið hjá okkara kvinnum nógv, samstundis um møgin fór at gera um seg, og strævni steypafinaludysturin frá leygardegnum eisini sat í beinunum. Tað burdi nok verið skift meira út, so leikarnir fingu eitt sindur av hvíld. Neistin tók nú yvir, og vann tá samanumkom 33-29.
Hóast tapið, so var nógv positivt at byggja víðaru uppá Talan var um ein góðan og undirhaldandi dyst, har okkara kvinnur stríddust til tað síðsta, og vístu stóran part av dystinum gott hondbóltsspæl, sum byggjast kann víðari uppá til komandu uppgávur. Næsti dystur verður móti Tjaldur í Runavík komandi leygardag kl. 15:00.
So gjørdu tær tað aftur. Við einum 27-23 sigri á VB í steypafinalununi í dag, eru okkara kvinnur fyri sjeyndu ferð seinastu níggju árini steypavinnarar. Hjartaliga tillukku.
Vit eru ómetaliga errin av tykkum. Hvør hevði rokanð við hesum, við tí stóru frágongd sum hevur verið á liðnum, men tit eru ótroyttiligar, og hava trúð uppá tað alla tíðina. Í dag fingu tit løn fyri stríðið. Enn einaferð hjartaliga tillukku.
Koyr á Stjørnan!!
Til Havnar vit fara Leygardagin fara kvinna og maður av húsum til Havnar at stuðla Stjørnuni.
Um vikuskifti skulu steypafinalurnar í hondbólti í øllum deildum avgreiðast. Leygardagin verða finalurnar hjá kvinnum og monnum leiktar, og sunnudagin eru tað finalurnar hjá teimum yngru sum eru á skránni. Hjá okkum hava tvey lið leikt seg í steypafinalu. Tað er, sum flestu kunnugt, kvinnurnar, sum skulu leika móti VB, og so hava gentur 14 eisini leikt seg í steypafinaluna, har mótstøðuliðið er Kyndli.
Tað verður gjørt rættiliga nógv burturúr, bæði hjá teimum vaksnu og teimum ungu. Serlig fokus er á finalurnar hjá kvinnunum og monnunum leygardagin. Bæði sjónvarp og útvarp senda beinleiðis frá dystunum.
Sjálvandi eru vit rættilga spent uppá, hvussu okkara kvinnur fara at klára seg. Hetta er níggjunda árið á rað, at tær eru í steypafinaluna. Tað má sigast at vera ótrúðliga flott.
Vit trúgva uppá okkara kvinnur Tað er trupult at meta um úrslitið. Vit rokna við einum jøvnum og spenndandi dysti. Stjørnan og VB hava higartil í landskappingini leikt tríggjar dystir móti hvørjum øðrum. Teir hava allir verið javnir og spennandi. VB hevur vunnið tveir, meðan okkara kvinnur hava vunnið ein.
Tað hevur gingið rímiliga gott hjá okkara kvinnum seinastu dystirnar, so vit trúgva uppá, at tær draga logra stráið leygardagin. Men tað krevur eisini, at tær eru klárar frá fyrsta bríksli av, og geva alt tað tær og eitt sindur afturat, og tað ivast vit ikki í, at tær gera. Besta dømi uppá tað er avrikið í seinnu hálvfinaluni móti Neistanum
Umráðandi við góðum stuðli Tað plagar ikki at standa á hjá okkara kvinnum at fáa stuðul frá trúgvu viðhaldsfólkunum til slíkar avgerandi dystir. Tað er eisini ógvuliga umráðandi, at leikarnir merkja stuðulin frá viðhaldsfólkunum uttanum vøllin, so vit heita allar norðoyingar og viðhaldsfólk hjá Stjørnuni annars um at møta mannsterk upp í høllini á Hálsi leygardagin. Dysturin byrjar kl. 13:30, og heitt verður á fólk um at møta í góðari tíð.
Koyr á Stjørnan!!
Bussur koyrir frá KÍ-Høllini kl. 11:00 og norðuraftur eftir dystin
Tilmelding á tlf. 214472 (Jaspur) ella 221731 (Bogi) eftir kl. 16:00 Kostnaður kr. 60,-
Seinasta freist fríggjadagin kl. 13:00 Komið og stuðlið Stjørnuni!!
Við Ionel Georghe sum venjara hava ungdómsliðini hjá okkum ment seg nógv í vetur. Uppmøtingin til venjingarnar er sera góð, og genturnar eru ógvuliga hugagóðar.
Leygardagin vóru hálvfinalurnar í steypakappingunum hjá teimum yngru leiktar. Hjá okkum høvdu gentur 12 og gentur 14 leikt seg til hálvfinalurnar.
Gentur 12 vóru í Havn og leiktu. Tær komu víðari í kappingini. Hóast tað ikki rakk til eitt finalupláss, so vóru tær óførar, og komu at leika um bronsu móti Kyndli, men her blivu tær ov stuttar og taptu dystin.
Hálvfinaluumfarið í steypakappingini hjá gentur 14 varð leikt í KÍ-Høllini. Tað vóru seks lið, sum í tveimum bólkum skuldu kappast um at koma í fianluna. Okkara gentur vunnu allar sínar dystir, og leiktu seg harvið í steypafinaluna. Tað sama gjørdu genturnar hjá Kyndli, sum vóru í hinum bólkinum, tær vunnu eisini allars sínar dystir. Sostatt verður steypafinalan hjá gentur 14 millum Stjørnuna og Kyndil.
Eins og hjá teimum vaksnu so verður gjørt nógv burturúr steypafinalunum hjá teimum yngru liðunum. Tær verða allar leiktar í Høllini á Hálsi komandi sunnudag, t.v.s dagin eftir at steypafinalurnar hjá teimum vaksu eru leiktar.
Leygardagin fara vit mannsterk til Havnar at stuðla okkara kvinnum, sum í steypafinaluni skulu leika móti VB, og sunnudagin fara vit til Havnar at stuðla gentum 14. Koyr á Stjørnan!!
Stjørnan vil við hesum, ynskja Pól Mikkelsen, hjartaliga til lukku við 40 ára starvsdegnum.
Pól, tú hevur verið líka góður fyri Stjørnuna, sum fyri bankan, ein eldsál. Mangir eru tímarnir, ið tú hevur verið í høllini, saman við okkum, bæði í gaman og álvara. Tú hevur verið ein trúgvur og álítandi stuðul, sum vit altíð hava kunnað heitt á. Ein tøkk skal eisini ljóða til Annulisu, konu tína, fyri allar teir tímar, ið vit hava lænt teg. Vónandi hevur tú nógv góð ár eftir í bankanum og í Stjørnuni.
Við hávirðing
Nevnd og leikara í Stjørnuni
|