Við 27-24 sigri á VÍF í Vestmanna í kvøld hava okkara kvinnur tryggjað sær pláss í fm-finaluni. Tær liggja nú á odda í innleiðandi umfarinum við 37 stigum fyri 22 dystir, Neistin er á øðrum plássi við 36 stigum fyri 23 dystir, meðan Tjaldur er á triðja plássi við 33 stigum fyri 22 dystsir. Leikast skulu í alt 24 dystir. Eftir er nú at fáa greiði á, um tað verður Neistin ella Tjaldur, sum verður mótstøðu liðið í fianluni. Tað hevur eisini ein ávísan tíðning at gerast nummar eitt í innleiðandi umfarinum.
Tann avgerðin kann falla komandi sunnudag, tá okkara kvinnur á heimavølli leika móti StÍF. Vinna tær tann dystin, verða tær nummar eitt, hóast ein dystur eftir at leika.
Vegna serligar umstøður verður dysturin sunnudagin verður kl. 14:00, og ikki sum vanligt
kl. 15:00.
Tá vit í januar í ár komu við okkara nýggju heimasíðu, bleiv m.a. nevnt, at møguleiki varð at gera viðmerkingar til tað, sum skrivað bleiv á heimasíðuni.
Skrivað stóð: “tað er vón okkara, at hesin møguleiki verður nýttur á ein góðan, etiskan og uppbyggjandi hátt, soleiðis at hetta verður verandi ein møguleiki á heimasíðu okkara”
Tíverri mugu vit staðfesta, at hetta ynski okkara ikki verður virt, og umhugsað vit tí nú, at stegða møguleikanum at gera viðmerkingar til tað sum skrivað verður.
Vit hava í felagnum nógvar eldsálir sum við lív og sál taka eitt tak fyri felagið. Millum onnur tey sum hava tikið stig til okkara nýggju heimasíðu. Spell at tað arbeiðið hesi gera, felagnum og føroyskum hondbóltinum at fram, skal verða so lítið virt.
Vegna Stjørnuna
Kristoffur Ragnarsson, form.
Tað var toppdystur, tá okkara kvinnur í dag vóru í Runavík og leiktu móti Tjaldur. Sum støðan er í stríðnum um pláss í fm-finaluni, so var tað serliga Tjaldur, sum hevði brúk fyri einum sigri. Dysturin var bæði spennandi og undirhaldandi, og tað gekk eisini javnt á allan dystin. At dysturin endaði við javnleiki 24-24 var á góðari leið.
Durita Christoffersen var kom heim úr Danmark at leika, og tað gjørdi góðan mun, serliga í vejupartinum. Annars var talan um ein liðavrik, har allir okkarar leikarar stríddust fyri sakini. Hatta var nakað av, tí vit hava sakna seinastu dystirnar. Nú er ikki at helma í, men kempa til “the bitter end”. Koyr á Stjørnan!!
Næsti dystur er í Vestmanna móti VÍF nú mikukvøldið kl. 19:45.
Sunnudagin skulu okkara kvinnur til Runavíkar at leika móti Tjaldur. Dysturin er rættiliga avgerðandi. Vinna okkara kvinnur, hava tær so gott sum tryggjað sær pláss í fm-finaluni. Tað er tó treytað av, at tær eisini vinna á VÍF og StÍF, sum eru teir næstu dystirnir hjá teimum. Tapa tær dystin móti Tjaldur, kann blíva neyðugt hjá teimum at vinna seinasta dystin, sum er móti Neistanum í Havn, og tað kann blíva ein trupul uppgáva.
So tað er ógvuliga umráðandi, at okkara kvinnur fáa eitt gott úrslit í Runavík, og sum vit hava skilt, so hava tær fyrireika seg væl til dystin, og eru rættiliga uppsettar uppá at vinna.
So er bara eftir á heita stjørnuviðhaldsfólk um at møta fjøllment upp fyri at suðla okkara kvinnur.
Koyr á Stjørnan!!!
Gentur 12 hjá okkum hava verið óførar í hesum kappingarárinum. Tær hava verið sera hugagóðar og hava møtt væl upp til venjingar. Eitt gott dømi um tað er, at tær herfyri spurdu venjaran, um tær, eins og tey sum svimja, ikki eisini kundu venja um morgunin. Tað var í lagi segði venjarin, so í nakrar vikur vandu tær ein dag áðrenn tær fóru í skúla.
At tær hava verið so hugagóðar, hevur eisini givið úrslit. Í steypakappingini blivu tær akkurát ov stuttar til at koma í finaluna. Seinastu dystirnir í landskappingini blivu leiktir seinasta vikuskifti, og endaliga úrslitið gjørdist, at Kyndil a fekk gull, Stjørnan a silvur, og bronsan fór til H71 a.
Sum úrslitini í bestu kvinnudeildini lagaðu seg um vikiskiftið, so er kapingin millum Neistan, Stjørnuna og Tjaldur um tey bæði fm-finaluplássini púra opin.
Serliga umráðandi var tað hjá Neistanum at vinna á Tjaldur, skuldu tær gera sær vónir um at koma í fm-finaluna. Høvdu tær tapt, kundi tað blivi trupult hjá teimum nátt einum finaluplássi. Men tað var als ongin ivi úrslitið. Neistin snøkt sagt vant burturúr Tjaldur og vann 40-19. Gott nok var tjaldursliðið nakað skert, men úrslitið talar fyri seg.
Okkara kvinnur greiddu setningin. Hóast spælið ikki var av tí besta, so vunnu tær 30-27 á Kyndli, og tað var tað, sum tað mest av øllum ráddi um.
Støðan í oddinum er nú tann, at Stjørnan hevur 34 stig fyri 20 dystin. Neistin hevur eisini 34 stig, men tær hava leikt 22 dystir. Á triðja plássi er Tjaldur 32 stigum fyri 21 dystir.
Komandi sunnudag skulu okkara kvinnur til Runavíkar at leika móti Tjaldur, og tað verður ein rættiliga avgerðandi dystur.
Spælið hjá okkara kvinnum hevur kanska ikki verið av tí besta seinastu tveir dystirnar, men nú er at hyggja frameftir, og brúka allr kreftir uppá at fyrireika seg væl til næstu uppgávuna. Koyr á Stjørnan!
Endaspurturin í hondbóltskappingini er byrjaður. Hóast tað eru fýra/fimm umfør eftir at leika, kann ein ábending fáast um, hvørji liðini í fm-finaluni hjá kvinnunum verður, tá dystirnir komandi vikuskifti eru leiktir.
Kappingin um at náa fm-finaluna stendur sum áður nevnt millum Stjørnuna, Tjaldur og Neistan. Eftir at okkara kvinnur seinast vikuskifti vunnu á VB, liggja tær framvegis væl fyri, men tær hava í hvussu er tveir truplar dystir eftir at leika. Tað er á útivølli móti ávíkavist Tjaldur og Neistanum.
Hjá Neistanum er støðan tann, at tær sum útgangsstøði skulu vinna allar dystirnar, sum eftir eru at leika. Sunnudagin taka tær á heimavølli móti Tjaldur. Vinnur Tjaldur dystin, er nógv sum bendur á, at tað verða Stjørnan og Tjaldur, sum møtast í fm-finaluni. Vinnur Neistin dystin, er onki avgjørt, og kann væl hugsast, at avgerðin, um hvørji liðini í fm-fianaluni verða, ikki fellur fyrrenn á seinasta leikdegnum, tá m.a. Neistin og Stjørnan leika í Havn.
Hjá okkara kvinnum er bert eitt at gera, tað er at vinna dystirnar sum eftir eru. Tann fyrsti er longu í annakvøld kl. 18:30, tá tær skulu til Vestmanna at leika móti VÍF. Leygardagin kl. 15:00 taka tær á heimavølli móti Kyndli.
Tað er rættiliga umráðandi fyri okkara kvinnur, at tær vinna dystin móti VB leygadagin. Kappingini um tey bæði fm-finaluplássinum stendur millum Stjørnuna, Tjaldur og Neistin. Okkara kvinnur liggja væl fyri í løtuni. Vinna tær dystin móti VB, skal tað ganga illa, um tær ikki verða annað liðið í fm-finaluni. Tapa tær dystin, er alt púra opið.
VB hevur eitt gott lið, sum á einum góði degi, kann geva einum og hvørjum liðið harða mótstøðu. Tá okkara kvinnur herfyri vóru í Vági og leiktu, endaði dysturin við greiðum 31-23 sigri til VB, so okkara kvinnur hava nakað vísa. Koyr á Stjørnan!!
Fyrsta ítróttarhøllin í Føroyum var KÍ-høllin. Hon varð tikin í brúk í 1969. Tað var Klaksvíkar Ítróttarfelag við John Reid Bjartalíð á odda, sum tók stig til at byggja høllina.
Tað skuldi nógvur peningur útvegast, áðrenn farast kundi í holt við at byggja. Skipað varð fyri basarum, eydnuhjólum og fólk gingu hús úr húsi at savna inn pening, og undirtøkan var ómetaliga góð, bæði frá einstaklingum og fyritøkum.
Í 1967 kundi spakin setast í. Tá hevði felagið fingið til vega uml. kr. 500.000, sum má sigast at vera heilt fantastist. Samlaði kostnaðurin av høllini varð mettur til 1,1 mió. kr. Tá varð roknað við rættiliga nógvum sjálvbodnum arbeiði.
Heimildarmaður okkara sigur, at tað var Jens Juul Sólbjørg, byggimeistari, sum stóð fyri arbeiðnum at fáa høllina innlokaða, Karl Hansen (Toftakarl), snikkarameistari hevði ábyrgdina av gólváleggingini og Svend Joensen, el-inst. tók sær av el-arbeiðnum. Í tann mun tað var møguligt, bleiv sjálvboðin arbeiðsmegi brúkt, og tað stóð ikki á at fáa hjálp. T.d. tá høllin skuldi tekjast, var manningin rættiliga góð, og tók tað bert 1½ dag at tekja høllina. Arbeiðið við at isolera, smíðja innan, leggja uppundir loftið bleiv fyri stóran part gjørt við sjálvbodnari arbeiðsmegi.
Í mai 1969 varð Klaksvíkar Ítróttar- og Samkomuhøll, sum hon tá bleiv kallað, klár at taka í nýtslu. Eitt tað fyrsta tiltakið í høllini var ein stór kórstevna, við luttøku av sangarum úr øllum landinum.
Til stuttleika kann nevnast, at tað var ikki loyvt at koma inn í høllina í stilletthalum, so flestu av konufólkini, sum vóru komin til Klaksvíkar at syngja, máttu í býin at keypa sær nýggjar skógvar.
Í samband við C-HM í 1980, bleiv ein stór útbygging gjørd av høllini. Bygt bleiv uppí eystureftir, og hevði tað við sær, at áskoðaraplássini blivu dupult so nógv, og umstøðurnar til umklæðing og brúsu blivu munandi betur.
Høllin er nú 42 ár gomul, og trongir til ábøtur, men vælaverk er. M.a. tá gólvið bleiv skift fyri tveimum árum síðani, vísti undirlagið undir gólvinum seg at vera so væl gjørt, at ikki var neyðugt at gera nakað sum helst við tað. Tað var stórt sæð bara at skifta gólvpláturnar út og leggja nýggjan belegning á.
Sum skilst, so er ætlanin at gera ábøtur á takið í summar.
Vegna serligar umstøðurin er dysturin, í Sunset-deildini millum Stjørnuna og VB sum eftir skránni skuldi leikast sunnudagin, framskundaður til leygardagin kl. 15:00.
Annars er nógvur hondbóltur á skránni í KÍ-høllini komandi vikuskfti. Byrjað verður longur fríggjakvøldið kl. 22:00, tá gentur 17 hjá Stjørnuni og VB leika. Leygarmorgunin verður byrjað longu kl. 9:00, tá dystur aftur verður millum gentur 17 hjá Stjørnuni og VB. Síðani verða nakrir dystir í deildini hjá gentum 12. Kl. 13:30 leika 2. deild kvinnur hjá Stjørnuni og VB, og kl. 15:00 verður so dysturin millum Sunset-liðini hjá Stjørnuni og VB.
|