Picture
Tað eydnaðist ikki okkara kvinnum at endurvinna meistaraheitið. Í triðju og avgerandi fm-finaluni máttu tær lúta fyri einum neistaliðið sum, tá samanumkom, var betur fyri, og vann fult uppiborið.

Tað skal ikki verða nøkur undanførslan, men at Alina og Una blivu skaddar í fyrraheilvleiki, gjørdi ikki uppgávuna lættari hjá okkara kvinnum. Alina kom tó aftur á vøllum, men var darva av skaðanum hon hevði fingið, meðan Una ikki kom aftur á vøllin.

Við sigrinum hava neistakvinnurnar vunnið sítt fyrsta meistaraheitið síðani 1997. Vit ynskja teimum hjartaliga tillukkum meistaraheitinum. Eisini ein heilsan til mennirnar hjá Neistanum, sum skírishósdag endurvunnu fm-heitið. Tillukku við tí.

 
 
Picture
Alt er púra opið undan triðju og avgerandi fm-finaluni millum Stjørnuna og Neistan í KÍ-høllini í morgin. At talan er um tvey jøvn lið sum kappast um fm-heitið í hondbólti hjá kvinnum er ongin ivi um. Stjørnan og Neistin hava nú leikt tvær fm-finalur, og hava liðini vunnu hvør sína. Eina triðja og avgerðandi finala skal tí leikast í KÍ-høllini í morgin.

Høvdu okkara kvinnur verið meira avgjørdar í avgerandi løtunum í dystinum í gjár, høvdu tær ivaleyst vunnið dystin. Men tað er farið. Nú hyggja vit frameftir. Fáa okkara kvinnur rættað uppá feilirnar, sum vóru í dystinum í gjár, ivast vit ikki í, at tær kunnu feira enn eitt fm-heiti, tá dysturin í morgin verður blástur av.

Umráðandi við dyggum stuðli Høllum var mest sum fullsett í gjár, og roknast kann við enn fleiri áskoðarum í morgin, so vit heita á øll stjørnuviðhaldsfólk um at møta stundisliga fyri at tryggja sær pláss í høllini, og annars geva okkara kvinnum sín dygga stuðul. Tað verður tað uttan iva brúk fyri. Dysturin byrjar kl. 15:00.

 
 
Picture
Okkara kvinnur høvdu í dag møguleikan at tryggja sær fm-heitið, men tær tóku ikki av.

Tað sá annars gott út um miðjan fyrra hálvleik, tá okkara kvinnu høvdu eina leiðslu 8-5, og stíður vísti seg at vera komin í hjá Neistanum. Men við nøkrum minsnýttum uppløgdum málmøguleikum, lovaðu okkara kvinnur Neistanum innaftur í dystin, og síðani gekk javnt á. Tá einir 7-8 minuttir vóru eftir at leika, høvdu neistakvinnurnar tó fingu eina leiðslu uppá 3 mál, og tá sýntist mótbrekkan at gerast ov brøtt hjá okkara kvinnum. Hóast tær royndu og fingu mál, so svaraði Neistin aftur hvørja ferð, soleiðis at dysturin endaði við 25-22 sigri til Neistan.

Í einum slíkun avgerandi dysti hevur man ikki ráð til at brenna upplagdar málmøguleikar, og tað var ein tann størsta grundin til, at okkara kvinnur taptu í dag. Brennur man fýra straffir umframt aðrar upplagdar málmøguleikar, vinnur man ikki á einum góðum liðið.

Leygardagin skal ein triða og avgerandi fianala leikast, og vit ivast ikki í, at okkara kvinnur koma sterkt aftur tá. Koyr á Stjørnan!!

 
 
Picture
Skírsihósdag kl. 14:30 bríksla okkara altjóða dómararpar Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen næstu fm-finaluna millum Stjørnuna og Neistan í gongd í KÍ-høllini.

Spenningurin er rættiliga stórur undan dystinum. Við einum sigri kunnu okkara kvinnur tryggja sær fm-heitið 2011. Hjá neistakvinnunum er støðan púra greið, skulu tær gera sær vónir um at vinna fm-heitið, er ein sigur eitt krav.

Vinnur Neistin dystin, skal ein triðja og avgerandi finala leikast í Klaksvík leygardagin.

Vit ivast ikki í, at karmarnir rundanum dystin verða í topp. Vit rokna við eini fullsettari KÍ-høll við væluplløgdum stjørnu- og neistaviðhaldsfólki.

Heimasíðan ynskir neistaleikarum og viðhaldsfólki teirra vælkomin til Klaksvík.

Koyr á Stjørnan, nú skal verða!!

 
 
Okkara kvinnur vóru ótrúliga raskar, tá tær í gjár bastu Neistanum í fyrstu fm-finalnuni. Tað man hevur hoyrt undan fm-finalunum er, at Neistin hevur verið mettur sum favorittur til at vinna fm. Men okkara kvinnu vildu tað ørvísi. Tær vóru ótruliga uppsetar frá fyrsta bríksli av. Tær stríddurs manniliga bæði í verju og álopi. At Barbaru Brauer so meistarliga bleiv tikin út úr spælinum hjá Neistanum, tók broddin úr neistaliðnum. Durita Christoffersen sum koma “flúgvandi” á vøllin gjørdi góðan mun. Annars var talan um eitt liðavrik, har stórtsæð allara leiktu upp til sítt besta.

Dysturin ótrúliga undirhaldandi og spennandi, men tá samanumkom, drógu okkara kvinnur logra stráið, og vunnu uppiborið 22-21. Ein fantastiskur sigur.

Nú er bara at gera arbeiðið liðugt skírishósdag, tá næsta fm-finalan verður leikt í KÍ-høllini. Fara tit á vøllin skírishósdag við sama vilja og trúgv uppá at tit vinna, sum tit vistu í dag, skal tað nok ganga. Koyr á Stjørnan!!

 
 
Picture
Vit vóru framvið í KÍ-høllini hóskvøldið, tá kvinnurnar vandu, og løgdu seinastu hond á fyrireikingarnar undan fyrsta fm-finaludystinum móti Neistanum í Høllini á Hálsi sunnudagin. Hýrurin á leikarunum var góður. Rógvi Nielsen venjari segði, at sum tað sá út nú, so hevði hann allar leikarar tøkar til dystin. Hann vildi tó ikki avdúka, hvat uppleggið til dystin bleiv.

Vit fingu eisini orðið á onkrar av leikarunum, og søgdu tær, at tær vóru rættiliga spentar og uppsettar til dystin. Tær ætlaðu sær so avgjørt at royna at endurvinna fm-heitið.

Tær bóðu okkum heilsa og siga, at tær vónaðu at norðoyingar, sum altíð, møttu mannsterkir upp, fyri at stuðla teimum, tí tað fór tað uttan iva at verða brúk fyri.

Vit ynskja okkara kvinnum alt tað besta. Koyra á Stjørnan!!!

 
 
Picture
 juli 2009 komu hjúnini Valentina og Cristian Susiu úr Rumenia til Klaksvíkar. Valentina hevði gjørt avtalu við Stjørnuna um, at hon skuldi leika við besta kvinnuliðnum hjá Stjørnuni. 

Heimasíðan hevur havt eitt prát við Valentinu.

Valentina sigur, at tað var Bogdan, sum er úr Rumenia, og sum nú í nøkur ár hevur virkað sum venjari í Føroyum, sum eftir áheitan frá Stjørnuni, setti seg í samband við hana. Stjørnan leitaði eftir einum leikara til høgra bakk. Úrslitið varð, at hon gjørdi avtalu við Stjørnuna. Umframt at leika hondbólt, var ein partur av avtaluni, at hon og maðurin skuldu arbeiða á laksakryvivirkinum hjá Bakkafrost í Klaksvík.

Víðari sigur Valentina, at tey kendu als onki til Føroyar, so tey vóru rættiliga spent uppá at koma til hetta lítla landi í norðuratlantshavinum. 

Tey koma úr Bukarest, sum er høvðsstaðurin í Rumenia. Í einum stórbýi sum Bukarest koma fólk ikki so nógv hvørjum øðrum við. Tað er ørvísi her í Føroyum, øll eru meira viðkomandi. Vit eru sera vælmóttikin her í Klaksvík, bæði í Stjørnuni og á arbeiðsplásinum, so vit stórtrivast í Klaksvík.

Tá vit spyrja Valentinu um hennara hondbóltskarieru, sigur hon, at hon m.a. í fleiri ár hevur leikt við rumenska liðnum Rulmetul-Brasov, og við hesum liðnum hevur hon vunnið bæði meistaraheitið og steypakappingina. Eitt ári leikti hon hondbólt í Íslandi. Hon leikti við liði av Vestmannaoyggjunum, men í Íslandi treivst hon ikki so væl.

Um støði á føroyskum hondbólti sigur Valentina, at sjálvandi er tað ikki á sama støði sum í Rumenia, men hon heldur, at fýra tey ovastu liðini føroysku kappingini eru rímiliga góð og jøvn, og tað ger kappingina spennandi og áhugaverda. Valentina skoytir uppí, at tað var ótruliga stuttligt at vera ein partur av stjørnuliðnum, sum í fjørð vann greipuna. Finaluna í steypakappingini taptu vit í ár, tað var spell, men nú stendur so fm-finalan fyri framman. Nú mugu vit seta øll segl, fyri at endurvinna meistaraheitið. Ikki minst stuðulin frá áskoðarunum hevur stóran týdning.

Til spurningin um nakað er, tey sakna her í Føroyum, svarar Valentina, at hon saknar sólina. Veðrið í Føroyum er í so tungt og grátt, í mun til tað hon er von við, men annars heldur hon, at Føroyar er eitt deiligt og vakurt land.

Vit takka Valentinu fyri prátið, og ynskja henni og manninum alt tað best í framtíðini.
 
 
Um dystin í dag millum Neistan og Stjørnuna er ikki nógv at skriva heim um. Sum áður nevnt, so hevði dysturin ikki tann stóra týdningin. Tað ráddi um at fáa dystin leiktan uttan at leikarar fingu skaðar ella karantenu. 

Tað var bert fyrsta korterið, at okkara lið hevði sterkastu uppstilling, sum var møgulig í dag. Viðmerkjast skal, at hvørki Durita Ljósstein ella Durita Christoffersen vóru við. Hesa løtuna gekk javnt á, og fyri okkara viðkomandi sá tað slettis ikki so gali út. Síðani blivu nógvan útskiftingar gjørdar, og høvdu okkara kvinnur eftir hetta trupult við at spæla seg í gjøgnum neistverjuna, og skotroyndirnar uppá mál blivu óveyvan. Hetta gav Neistanum møguleikar til nógv skjót mótálop. 

Eftir hálvleiksstøðuna 13-8 til Neistan, endaði dysturin við 25-18 sigri til Neistan.

Nú fara vit, at fyrireika okkum til fm-finalurnar. Tann fyrsta verður í Havn komandi sunnudag 

kl. 15:00, og tann næsta verður í Klaksvík skírishósdag kl. 14:30.
 
 
Picture
Seinasta umfar í landskappingini í hondbólti verður um vikuskifti. Okkara kvinnur skulu til Havnar at leika móti Neistanum. Sum kunnugt, so er tað longu greitt, at Neistin og Stjørnan leika fm-finalurnar, so at dysturin sunnudagin hevur ikki tann stóra týdningin. Sum er, eru Stjørnan og Neistin ávíkavsit nummar eitt og nummar tvey. Óansæð úrslitið av dystinum sunnudagin, so broytist støðan ikki. Roknast kann tí við, at leikarar sum eru smáskæddir verða spardir, og liðini fara neyvan at avdúka ov nógv av upplegginum til fm-finalunar. Dysturin byrjar kl. 14:30.

 
 
Picture
Næstseinasta umfar í innleiðandi kappingini hjá kvinnum varð leikt í dag, og soleiðis um úrslitini lagaðu seg, er greitt, at tað verða Stjørnan og Neistin, sum skulu dystast um at gerast føroyameistari. Tjaldur hevði eisini møguleikan, men so skuldu tær vinna á VB suðuri í Vági í dag. Men úrslitið av tí dystinum gjørdist, at VB vann 30-29.

Okkara kvinnur leiktu í dag á heimavølli móti StÍF. Burtursæð frá einari løtu í fyrra hálvleiki var ongantíð nakar ivi um, hvat betra liðið var. Endaliga úrslitið gjørdist ein greiður 34-25 sigur til okkara kvinnur. Við sigrinum hava okkara kvinnur staðfest, at tær verða vinnarar av innleiðandi kappingini. At tær verða nummar eitt í innleiðandi kappingini, hevur við sær, at tað verða vit sum avgerða, hvussu finalurnar skulu leikast. Leikast skulu í fyrsta umfari tvær finalur, ein heima og ein úti. Vinna liðini hvør sína, skal ein triðja finala leikast, og verður hon á heimavølli hjá okkum. So sigurin í dag á StÍF kann koma at hava stóran týdning.

Komandi sunnudag skulu okkara kvinnur til Havnar at leika móti Neistanum, men sum nevnt, so er alt avgjørt, um hvørji liðini í fm-finaluni verða, so dysturin móti Neistanum hevur sum so ongan týdning.

Tað vóru annars fleiri positiv ting at sýggja hjá okkara kvinnum í dag. Nú er at byggja víðari uppá tað, og vóna at tað ber á mál. Koyr á Stjørnan!!