Picture
Sunnudagin fáa okkara kvinnur vitjan av føroyameistarunum úr Neistanum. Tað onki at ivast í, at talan verður um eina trupla uppgávu hjá okkara kvinnum, nú liðið er so nógv broytt í mun til seinasta kappingaár, men vónirnar eru góðar. Dysturin móti VB seinasta vikuskifti gav ábendingar um, at tað nok verður á góðari leið, sum frálíður. Sum vit hava skilt, so verður onkur av leikarunum, sum ikki var tøkur til dystin í Vági, við móti Neistanum.

Hóast nógv orka er løgd í at fáa spæliloyið hjá Corinum og arbeiðsloyvið hjá venjaranum uppá pláss, so mugu vit tíverri staðfesta, at hetta er ikki eyðnast. “Systemið” er ógvuliga tungt at koma ígjøgnum.

At hesi viðurskiftir ikki eru komin uppá pláss merkir, at Corina ikki kann leika við, og at venjarin ikki hevur loyvi at sita á útskiftingarbonkinum og stýra liðnum.

Vit vóna viðhaldsfólk okkara møta fjøllment fyri at stuðla okkara liðið. Dysturin byrjar kl. 15:00.

 
 
Fortreytirnar hjá okkara kvinnum vóru ikki tær bestu, tá tær settu kósina til Vágs at leika fyrsta dystin í hesum kappingarárinum. Umframt tað frágongdina sum hevur verið, so kundi Annika Ljósstein vegna skaða, og spæliloyvið hjá nýggja rumenska leikaranum er ikki komið uppá pláss. Herumfarmt so vóru Bára og Una ikki tøkar.

Hóast tað, so var tað um reppið, at okkara kvinnur fingu stig norður aftur við sær. Eftir av hava verið aftanfyri 13-8 í hálvleikinum, reisti tær seg afturí seinna hávlleiki, og rættiligur spenningur kom í móti dystarenda. Í seinastu løtuni av dystinum brendu okkara kvinnur eitt brotskast og ein upplagda málmøguleika. Endaliga úrslitið gjørdist sostatt 21-20 til VB.

Næsti dystur verður á heimavølli móti føroyameistarunum úr Neistanum. Tá rokna vit við, at liðið verður betur mannað.

 
 
Picture
Komandi vikuskifti verður hol sett á eitt nýtt kappingarár. Okkara besta kvinnulið skal til Vágs at leika móti VB.

Tað verður eitt nógv broytt Stjørnulið, sum fer á vøllum í Vági sunnudagin. Sum flestu kunnugt, so eru seks av leikarunum frá seinasta kappingarári við barn. Tær eru Joan M. Joensen, Durita Mikkelsen, Maria við Neyst, Anna K. Samson, Kristian Griksaite, og Valentina Suciu. Alina Olaru Angel og Durita Chrisotffersen, sum vóru við part av seinasta kappingarári, verða heldur ikki við í ár, umframt hevur Durita Ljósstein sum hevur gjørt av at royna hondbóltseydnuna í Norra. Hon hevur gjørt sáttmála við norska aðrudeildarfelagið Ranheim í Stavanger. T.v.s. at frágongdin er eitt heilt lið.

Missurin av hesum leikarunum fer uttan iva at merkjast, men onkur styrkur eisini komin til liðið. Simona Petersen, sum seinasta kappingarár leikti við Tjaldur, er komin aftur til okkara. Tað sama er við Lovisu Andresen, sum seinasta kappingarár leikti við Neistanum. So er 30 ára gamla Corina Iulia Demeterca komin úr Rumenia, men spæliloyvið hjá henni verður neyvan komið uppá pláss til komandi vikuskifti.

Málsmannsspurningur hevur verið tað stóra ivamálið. Men Maibritt Simonsen, sum áður hevur staðið í málinum, hevur verið við síðani venjingarnar byrjaðu, og í hesi vikuni er avtala gjørd við Guðri í Lágabø, sum seinastu árinum hevur vart málið hjá Tjaldur, um, at hon kemur at leika við okkum. Hon verður uttan iva ein góður styrkur fyri liðið.

Orsaka av stóru frágongdini er hópurin ikki so breiður, sum ynskiligt hevði verið, men vit hava hóast tað eina góða blanding av eldri royndum leikarnum og ungun evnaríkum leikarum, sum nú rættiliga fáa møguleika at royna seg.

Tað er við góðum treysti, at vit fara holt við eitt nýtt kappingarár. Tíðin má so vísa, hvussu langt tað røkkur.

Vit ynskja øllum eitt gott kappingarár.

 
 
Picture
Tá seinasta kappingarár endaði var greitt, at vit skuldu finna nýggjan venjara til felagið. Svein Rógvi Nielsen, sum hevði verið høvuðsvenjari hjá felagnum, boðaði frá, at honum stóð í boði at gerast venjari í Norra, og ætlaði hann at taka hesum møguleikanum.

Tá fyrireikingarnar til komandi kappingarár av álvara fóru í gongd, gjørdist greitt, at fimm av leikarunum á besta liði okkara eru við barn.

Sostatt varð greitt, at umframt venjara so varð eisini neyðugt at fáa styrk til liðið, m.a. skuldi nýggjur málverji finnast fyri Kristinu, sum er ein av leikarunum, sum er við barn.

Arbeitt hevur verið miðvíst við finna venjara og leikarar.

Lovisa Andreasen, sum seinastu tvey árini hevur leikt við Neistanum, fer komandi ár aftur at leika barndómsfelagnum. Simona Petersen, sum seinasta kappingarár leikti við Tjaldur, verður komandi kappingarár aftur at síggja í reyða búnanum hjá Stjørnuni. Vit eru sera fegin um, at Lovisa og Simona aftur verða partur av Stjørnuni.

Tað hevur gingið strilti at finna nýggjan venjara, men við góðari hjálp frá rumenanum Bogdan, sum í fleiri ár hevur virkað sum hondbóltsvenjari í Føroyum, bleiv venjaraspurningurin loystur í seinastu viku. Nýggjur venjari hjá okkum verður 41 ára gamli rumenin Ionel Gheorghe, sum kemur úr einum starvi sum rumenskur U18 landsliðsvenjari. Ionel skal standa fyri venjingini av øllum liðunum hjá felagnum.

Ionel kom til Klaksvíkar í gjárkvøldi, men hann var ikki einsmallur. Saman við honum kom 30 ára gamla Korina Iulia Demeterca, sum skal leika við kvinnuliðnum hjá okkum. Korina hevur leikt við rumenska fyrstudeildarliðnum HCM Roman.

Málmansspurningur er ikki endaliga komin uppá pláss, men hann verður vantandi avgreiddur, áðrenn henda vikan er úti.

Saman við nýggja venjaranum, nýggju leikarunum, sum er komnir til felagið og okkara ungu evnaríku leikarunum, er tað við góðum treysti, at vit fara holt við nýtt kappingarár.

Fyrsta venjingin saman við nýggja venjaranum verður í kvøld kl. 17:30.

 
 
Picture
Venjingarnar byrja aftur nú í vikuni og hevur tú hug at venja við í ár, skalt tú einans finna tær innandurðaklæðini fram og møta upp til ásettu venjingartíðir!