Venjingarnar byrja aftur í 2. januar 2012
Gleðilig jól øll somul!
Gleðilig jól øll somul!
Venjingarnar byrja aftur í 2. januar 2012 Gleðilig jól øll somul! 5 Comments Við einum greiðum 29-23 sigri á Tjaldur í kvøld hava okkara kvinnur leikt seg í hálvfinaluna í steypakappingini. Tað gekk nøkulunda javnt á í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki klassamunur á liðunum. Hálvleiksstøðan var 12-9 til okkara kvinnur. Beinanvegin í seinna hálvleiki runnu okkara kvinnur frá Tjaldur. Serliga vóru tað skjótálopini sum riggaðu væl, og var tað serliga Judith sum gjørdi um seg. Ferð eftir ferð streyk hon avstað, og var ósvitaliga avgjørd við sínum skotroyndum. Hon gjørdist eisini toppskjútti við 10 málum. Tað lá eisini væl fyri hjá Corinu í seinna hálvleiki. Hon gjørdi í alt 7 mál, og av hesum tey seks í seinna hálvleiki. Tá góðir 10 minuttir vóru eftir at leika var støðan 25-16 til okkara kvinnur. Seinastu løtuna skiftir venjari nógv út, og gav øllum leikarunum møguleikan. Tað hevði við sær, at Tjaldur fekk minkað eitt sindur um munin, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 29-23 til okkara kvinnur. Við sigrinum hava okkara kvinnur leikt seg í hálvfinaluna. Leikast skulu tvær hálvfinalur, ein heima og ein úti. Tær verða leiktar seinasta í januar, hvat mótstøðuliðið verða vita vit ikki enn. Kvinnurnar hjá okkum skulu ikki leika fleiri dystir í hesum árinum, og hava sostatt fingið jólafrí. Fyrsti dysturin í komandi ári verður móti VÍF á útivølli 8. januar. Øll lið hjá Stjørnuni verða biðin um at møta í KÍ-høllini fríggjadagin 16. des. kl. 18.00, har tikið verður ein felagsmynd. Fríggjadagin 16. des. er seinasta venjing hjá Stjørnuni nú fyri jól. Venjingarnar byrja aftur 2. januar 2012 Gleðilig jól øll somul vh Nevndin Tvey týdningamikil stig Lagt varð upp til ein spennandi dyst, tá okkara kvinnur í dag tóku móti Kyndli. Bæði liðini eru við í kappingini um náa einum fm-finaluplássi, so tað sera umráðandi hjá báðum liðunum at vinna. Dysturin bleiv eisini rættiliga javnur og spennandi. Spælið var kanska ikki tað besta, men liðini bæði stríddust fyri sakini. Tað var sjálvdan talan um meira enn eitt og tvey mál á muni, og vóru tað fyri tað mesta okkara kvinnur sum høvdu munin. Eitt skifti í seinna hálvleiki hvødu okkara kvinnur eina leiðslu uppá fýra mál, men kyndilskvinnurnar blivu við at hanga í, og fingu minkað um munin til eitt mál, men nærri komu tær ikki. Endin var, at okkara kvinnu vunnu 24-22, og fingu harvið tvey kærkomin stig í kappingini um eitt finalupláss um fm-heitið. Kanska var spælið hjá okkara kvinnum ikki av tí besta, men stríðsviljanum bæddi onki. Tær stríddust allar sum ein fyri sakini, og tað gav eisini úrslit. Tillukku við tí. Nógv umfør eru eftir at leika, so enn kann nógv henda, men við sigrinum á Kyndli eru okkara framvegis á øðrum plássi. Til Runavíkar mikukvøldið Dysturin móti Kyndli var seinasti landskappingardystur hjá okkara kvinnum fyri jól, men longu mikukvøldið skulu tær út til Runavíkar at leika fjóðringsfinalu í steypakappingini móti Tjaldur, og tað er ein dystur sum skal vinnast. Vónandi koma nógv viðhaldsfólk við til Runavíkar mikukvøldið fyri at stuðla okkara kvinnum. Dysturin byrjar kl. 19:30. Sum so mangan, tá okkara kvinnur hava verið á Skála og leikt móti StÍF, so var talan um ein javnan dysti út á Skála í kvøld. Tað gekk javnt á allan dystin, tó høvdu okkara kvinnur munin fyri tað mesta, men talan var sjálvdan um meira enn eitt og tvey málsleiðslu. Í hálvleikinum var javnleikur 14-14. Um miðjan seinna hálvleik fekk StÌF tveir leikarar útvístar samstundis, og skuldi hetta verið ein gyltur møguleiki hjá okkara kvinnur at økja um leiðsluna, men tað eyðnaðist ikki. Ístaðin fekk StÍF eitt mál hesa løtuna, meðan okkara kvinnu onki mál fingu. Men eftir hetta tóku okkara kvinnur seg saman serliga í verjupartinum stríddust tað væl. Endaliga úrslitið gjørdist ein sigur til okkara kvinnur uppá 27-25. Hetta var ein rættiliga týdningamikil sigur. Við sigrinum á StÍF eru okkara kvinnur komnar uppá 12 stig, og liggja sum nummar tvey aftaná Neistan, sum við fullum stigatali hevur 20 stig. Eftir at okkara kvinnur gjørdu sína skyldu og vunnu á Tjaldur samstundis sum VB heldur óvæntað taptu móti VÍF, er rættiligur spenningur um annað plássið, sum gevur atgongd til fm-finaluna. Stjørnan og VB eru nú jøvn á øðrum plássi við 10 stigum í part, men Stjørnan hevur leikt ein dyst meir. Í dystinum móti Tjaldur í dag, var tað bert fystu 10 minuttirnar at spenningur var í dystinum. Eftir hetta øktu okkara kvinnur støðugt um leiðsluna, og vunnu tá samanumkom 28-22, eftir hálvleiksstøðuna 15-9. Hóast greiðan sigur, so var spælið hjá okkara kvinnum ikki heilt nøktandi. Serliga álopsspælið var ikki nóg væl skipað, og blivu alt ov nógvur mistøk gjørd. Næsti dystur er á skránni longu komandi mikukvøld á útivølli móti StÍF. Okkara kvinnur hava mangan havt tað trupult á útvølli móti StÍF, so tað krevur, at allir leikarar eru 100% klárir frá fyrsta bríksli av mikukvøldið, og geva alt tað teir eiga og eitt sindur afturat. Koyr á Stjørnan!! Sunnudagin skulu okkara kvinnur á heimavølli leika móti Tjaldur. Skulu vit framhaldandi verða við í stríðnum um eitt finalupláss um fm-heitið, skal dysturin sunnudagin vinnast. Sum gongdin hevur verið higartil í kappingini, so eru okkara kvinnur favorittar til at vinna dystin. Tjaldur hevur higartil bert fingið eitt stig. Dystirnir millum hesi bæði liðini hava mangan verið javnir og spennandi, og hóast fortreytirnar eru broyttar hjá báðum liðnum í mun til undanfarin ár, so kann talan gott blíva um ein spenndandi dyst, tí bæði liðini hava brúk fyri stigum. Koyr á Stjørnan! |