Í kvøld stendur slagið 12/01/2012
Tað er ógvuliga umráðandi hjá okkara kvinnum at fáa gott úrslit í fyrru hávlfinaluni í steypakappingini móti Neistanum, verður leikt í KÍ-høllini í kvøld kl. 20:00. Neistin er greitt oddalið í landskappingini. Liðini hava higartil í hesum kappingarárinum leikt tveir dysti móti hvørjum øðum, og hevur Neistin vunnið teir báðar. Neistaliðið má tí metast at verða favorittur til at vinna dystin, men vit ivast ikki í, at okkara kvinnur fara geva alt tað teir eiga og eitt sindur aftur at fyri at vinna dystin. Tað er sera umráðandi at okkara kvinnur fáa góðan stuðul frá viðhaldsfólkinum, og heita vit á norðoyingar um at møta fjøllmentir til dystin í kvøld. Koyr á Stjørnan!!! CommentsLeave a Reply | Komandi dystur:
StÍF – Stjørnan
á Skála sunnudagin 26. februar kl. 15:00 ÚrslitatænastanStøðan SunsetFelag dystir stig
Neistin 17 32 Stjørnan 17 24 VB 17 24 Kyndil 17 15 VÍF 17 12 StÍF 16 10 Tjaldur 17 1 GreinasavnFebruary 2012 BólkarHøvuðsstuðulAðrir stuðlar |

RSS Feed









