Aftur ein týdningarmikil sigur 15/01/2012
Skuldu okkara kvinnur framhaldandi verða við í stríðnum um at náa eina fm-finaluplássi, var kravið ein sigur móti VB í dag. Hóast tað leikaði hart á, so drógu okkara kvinnur longra stráðið, og vunnu tepurt men uppiborið 23-22. Korina og Guðrun vístu vegin Hóast spælið ikki var av tí best, so var talan um ein arbeiðssigur, og vóru tað serliga Corina og Guðrun sum vístu vegin. Corina tykist rættilga at verða komin fyri seg, hon gekk fyri bæði í verju og álopið. Eftir eina heldur ivasam byrjan, so koma Guðrun í málinum rættiliga fyri seg, og stóð ein branddyst. Eins og hóskvøldið so bleiv talan um ein sannan gysarar, men høvdu okkara leikarar verið meira avgjørdir í uppløgdum málmøguleikum, hevði ikki verið neyðugt at halda okkum viðhaldsfólk á bínibonkin til tað síðast. Men tit trúu uppá tað og kempaður til tað síðsta, og tað gav úrslit. Tillukku við tí. CommentsLeave a Reply | Komandi dystur:
StÍF – Stjørnan
á Skála sunnudagin 26. februar kl. 15:00 ÚrslitatænastanStøðan SunsetFelag dystir stig
Neistin 17 32 Stjørnan 17 24 VB 17 24 Kyndil 17 15 VÍF 17 12 StÍF 16 10 Tjaldur 17 1 GreinasavnFebruary 2012 BólkarHøvuðsstuðulAðrir stuðlar |

RSS Feed









