Vunnu á Kyndli uttan trupuleikar 22/01/2012
Tað var bert fystu løtuna í dystinum ídag millum Kyndil og okkara kvinnur at kyndlakvinnurnar megna at geva nakað av móstøðu. Eftir hetta sótu okkara kvinnurnar á dystinum. Í hálvleikinum vóru tær á odda17-11. Dysturin endaði við einum greiðum sigri til okkara kvinnur uppá 31-21. Marijan leikti sín fyrsta dyst Í vikuni kom spæliloyvið hjá okkara nýggja málverja serbiska Marijana Lucic uppá pláss, Eftir at Guðrun á Lágabø hevði staði í málinum í fyrrahálvleiki, kom Marijan á vøllin við byrjan av seinni hálvleiki í dag. Hon stóð væl, og vísti góðar dygdir. Hon kann fara at blíva ein styrkur fyri liðið sum frálíður. Ungu leikarnir hjá okkum fingu rímiliga nógva tíð á vøllinum í dag, og tær komu bara væl frá dystinum. Hetta var ein rættiliga týðandi sigur hjá okkara kvinnum. Eftir at nærmasti kappingarneyti teirra um annað plássið til fm-finaluna VB á heimavølli í dag mátti leggja rygg til eitt stórtap móti Neistanum, hava okkara kvinnur styrkt um møguleikarnar at náa einum fm-plássið, men enn er langt á mál. CommentsSímun 22/01/2012 12:56pm
Ja, har var eingin ivi....vit gleða okkum til dystin týskvøldið!
Reply
Leave a Reply | Komandi dystur:
StÍF – Stjørnan
á Skála sunnudagin 26. februar kl. 15:00 ÚrslitatænastanStøðan SunsetFelag dystir stig
Neistin 17 32 Stjørnan 17 24 VB 17 24 Kyndil 17 15 VÍF 17 12 StÍF 16 10 Tjaldur 17 1 GreinasavnFebruary 2012 BólkarHøvuðsstuðulAðrir stuðlar |

RSS Feed









