Silvur til gentur 14 26/03/2012
Gentur 14 hava verið óførar í hesum kappingarárinum. Nú kappingarárið endar, kunnu tær kalla seg “silvur greipuvinnarar”. Í steypakappingini leiktu tær seg í finaluna, har tó máttu lúta fyri Kyndli. Seinasta umfar í landskappingini varð leikt leygardagin, tá okkara gentur høvdu vitjan av VÍF. Undan dystinum var greitt, at okkara gentur høvdu tryggjað sær silvur heiðursmerkir. Eisini ílandskappingini er tað Kyndil sum vinnur gull. Dystin móti VÍF vunnu tær greitt 20-10. Eftir dystin fingu tær eina heilsan frá formanni felagsins Kristoffur Ragnarsson. Hann ynskti gentunum hjartaliga tillukku heiðursmerkjunum, og rósti teimum fyri hvussu hugagóðar tær høvdu verið til venjingar í vetur, og hvussu nógv tær høvdu ment seg sum hondbóltsleikarar undir leiðslu av Ionel Gheorghe venjara. Síðani fingu genturnar heiðursmerkini hongd um hálsin. Hóast kappingarárið nú er liðugt, so haldu genturnar fram við at venja. Ætlanin er, at tær skulu luttaka stórari hondbóltskapping í Danmark í summar. Meir um hetta seinni. Heimsíðan vil eisini ynskja gentum hjartaliga tillukku við silvur heiðursmerkjunum. Add Comment Spenningur fyri allar pengarnar 13/03/2012
Okkara kvinnur reistu seg aftur og vunnu ein sera týðandi sigur á Neistanum í kvøld. Tað man vera langt síðani, at áskoðarnir hava verið vitni til ein so spennandi og undi haldandi dyst í KÍ-høllini, sum tá nummar eitt og tvey landskappingini brustu saman í kvøld. Okkara kvinnur skulu hava rós uppiborið fyri avrikið. Hóast Neistin hevði munin allan fyrrahálvleik, so trú okkara kvinnur allatíðina uppá møguleika. Tað gingu bert 10 minuttir av seinna hálvleiki, so høvdu tær tikið leiðsluna, og leiðsluna høvdu tær líka til tað bert restaðu tveir minuttir, tá tað eyðnaðist Neistanum at javna. Men okkara kvinnur hildu høvdinum kalt, og so kundi Una við einum máli í seinastu sekundunum tryggja okkum sigurin. Eitt fantastikt avrik og tillukku við sigrinum. Mynd: Norðlýsið Tóku ikki av 11/03/2012
Okkara kvinnur høvdu í dag møguleika at øka um munin niður til VB í stríðum eitt fm-finalupláss, tá tær í dag á heimavølli leiktu móti Kyndli, men tær tóku ikki av. Kyndil var greitt betra liðið, og vann uppiborið 26-23, eftir hálvleiksstøðuna16-10 til Kyndil. Tað var munur á, at innsatsurin frá okkara leikarum var betur í dystinum móti VB fyri viku síðani. Kyndleikarnir vóru nógv meira uppsettir, og leiktu eisini í løtum væl, men okkara leikarar gjørdu ikki uppgávuna hjá Kyndli serliga trupla. Verjuparturin var als ikki nøktandi. Kyndlaleikarnir komu alt ov lætt í gjøgnum, og fingu skorað. Frá um miðan seinna hálvleik og næstu 10 minuttirnar gekk betur hjá okkara kvinnum. Hesa løtuna eydnaðist tað teimum at skora seks mál, meðan Kyndil onki mál fekk, og so stóð á jøvnum, men so gekk ikki meir. Næstu løtuna skoraði Kyndil fýra ferðir, meðan okkara kvinnu bert fingu eitt mál. Tað skal “sterkari lútur” til týskvøldið Longur týskvøldið skulu okkara kvinnur aftur í eldin. Tá fáa tær vitjan av oddaliðnum Neistin. Skulu okkara kvinnur gera sær vónir um at vinna tann dystin, so skal “sterkari lútur” til, enn hvat brúktur varð í dag. Og tað ivast vit ikki í, at tað verður. Tapa okkara kvinnur dystin, eru tær aftur javnar við VB í stigum, so tað er umráðandi fáa stig í týskvøldið. Vónandi møta norðoyingar mannsterkir upp til dystin, fyri at stuðla okkara kvinnum. Koyr á Stjørnan!! Mynd: Norðlýsið Vunnu oddadystin 04/03/2012
Hóast fleiri umfør eru eftir at leika, so tøku okkara kvinnur við sigrinum á VB í Vági í dag eitt týðandi stig móti fm-finaluni. Væl stuðlaðar av uml. 20 trúgvum viðhaldsfólkum, sum ikki smæddust burtur mill 2-300 vábingar, løgdu okkara kvinnur hart út. Tær komu á odda 3-0, og so var kósin sett. Tær hildu leiðsluna allan dystin. Munurin var tó ongantíð størri enn trí mál í fyrra hálvleiki, men sum nevnt, so høvdu okkara kvinnur alla tíðina munin. Hálvleiksstøðan 11-9. Okkara kvinnur løgdu hart út í seinna hálvleiki, og fingu tey fyrstu fýra málini, og so dysturin í veruleikanum avgjørdur. VB hevði allan fyrra hálvleik mannsvart Simonu. Í seinna hálvleiki royndu tær eisini at mannsverja Corina, men tað hjálpti onki. Aðrir leikarar sum Judith, Annika, Lovisa, Una og Bára tóku ábyrgd, og málverjarnir stóður eisini væl. At VB bert megnaði at skora 17 mál, boðar frá, at verjan hjá okkara kvinnu stóð seg væl. Endaliga úrslitið gjørdist ein uppiborin sigur til okkara kvinnur uppá 22-17. Enn eru fleiri dystir eftir at leika, og sum skulu vinnast fyri at náa einum finaluplássi, men sigurin í dag var eitt avgerandi stig leiðini. Hjartaliga tillukku við tí. Koyr á Stjørnan!! Avgerðin kann fella sunnudagin 01/03/2012
Avgerðin kann fella sunnudagin Spenningurin, um tað verður Stjørnan ella VB sum skal fylgja Neistanum í fm-finaluna, er stórur. Sunnudagin kann avgerðin falla um, hvat av liðunum tað verður. Tá skulu okkara kvinnur til Vágs at leika. Liðið, sum vinnur dystin, tekur eitt týðandi stig móti fm-finaluni. Sum kunnugt, so eru liðini jøvnt á øðrum plássi við 26 stigum, so alt kann henda. Okkara kvinnur hava hava góðar vónir. Tað hevur gingið væl seinastu dystirnar. Sum er, eru allir leikarar tøkir, og tær ætla geva alt tað tær eiga, og so vóna at tað røkkur til ein sigur. Umráðandi við stuðli VB-kvinnurnar hava nógvar trúgvar stuðlar, sum stuðla teimum væl serliga á heimavølli. Okkara kvinnur vóna, at norðoyingar mannsterkir koma við til Vágs at stuðla teimum og taka dystin upp við heimaáskoðarnar. Stjørnan skipar fyri bussferð í samband við túr til Vágs. Farið verður frá KÍ-høllini sunnumorgunin kl. 9:00. Tilmelding hjá Jaspur tlf. 214472 innan leygardagin kl. 18:00. Kostnaður 100,- (eksl. Smyril). Koyr á Stjørnan!! Ongin ivi um úrslitið 26/02/2012
Okkara kvinnur hava í dag verið á Skála og leikt móti StÍF. Mikukvøldið góvu strandakvinnur Neistanum ein skarpan gang, og vóru um reppi at vinna, men Neistin reið stormin av og vann 32-28. Sostatt var spenningurin stórur undan dystinum í dag. Tað gekk eisini javnt á fyrstu 20 minuttirnar, men seinastu løtuna settu okkara kvinnur meira ferð á, og tá hevði StÍF trupuleikar at fylgja við. Í hálvleikinum høvdu okkara kvinnur eina leiðslu uppá 6 mál. StÍF megnaði ognantíð at svara aftur, og sum seinni hálvleikur gekk, øktu okkara kvinnur støðugt um leiðsluna, og endaliga úrslitið gjørdist ein greiður 26-16 til okkara kvinnur. Við sigrinum gjørdu okkara kvinnur sína skyldu undan avgerandi dystinum í Vági komandi sunnudag. Koyr á Stjørnan!! Gentur 14 silvur í steypakappingini 22/02/2012
Næstseinasta vikuskifti vórðu finalurnar í steypakappingini í øllum deildum avgreiddar. Tey vaksnu leiktu leygardagin og tey yngru sunnudagin.Gentur 14 hjá okkum høvdu leikt seg í steypafinaluna, har mótstøðuliðið var Kyndil. Sum áður nevnt, so varð nógv gjørt burturúr, eisini tá tey yngru liðini leiktu. Eins og hjá teimum vakstu, blivu finalurnar leiktar í Høllini á Hálsi. Leikt var á serligum undirlagi, leikarnir blivu presenteraðir, og okkara bestu dómarapør dømdu dystirnar. Høllin var fullsett við áskoðarum. Sigast skal beinanvegin, at tað gekk onki serligt hjá okkara gentum, úrslitið var ein greiður sigur til Kyndil. Okkara gentur hava ongantíð áður leikt undir slíkum umstøðum, og vóru tær tíðilgt merktar av hesum. Tær vóru rættiliga nervøsar, og brendu upplagdar málmøguleikar, men Kyndil var betra liðið og vann 18-5. Tað hevði so við sær, at okkara gentur fingu silvurheiðursmerkir hongd um hálsin eftir dystin. Hjartaliga tillukku við tí. Sjálvandi vóru okkara gentur ógvuliga keddar eftir dystin, men at spæla seg í steypafinaluna er gott í sær sjálvum. Genturnar hava víst stóra framgongd í vetur, so nú er bara at hanga í, tí møguleikarnir at fáa heiðursmerkir í landskappingini eru góðir. Tær liggja í løtuni á øðrum plássi við 10 stigum fyri 7 dystir. Kyndil er á odda við 16 stigum fyri 8 dystir, og á triðja plássi er Neistin 6 stigur fyri 8 dystir. Myndir: Anton Højgaard Gjørdu sína skyldu 18/02/2012
Eftir at hava vunnið steypakappingina, er málið hjá okkara kvinnum at koma í fm-finaluna. Í dag hava tær verið í Runavík og leikt móti botnliðnum Tjaldur. Hóast spælið ikki var nakað ar reypa av, so gjørdu okkara kvinnur sína skyldu, og vunnu dystin 33-26. Simona, sum koykti fótin í dystinum móti Neistanum mikvøldið, bleiv spard í dystinum í dag, og kom ongantíð á vøllini. Yngru leikarnir fingu meira spælitíð, og tær stóðu seg bara væl. Næsti dystur verður Skála móti StÍF um eina viku. Koyr á Stjørnan! Máttu lúta fyri Neistanum 15/02/2012
Lagt var upp til ein spennandi dyst, tá okkara nýklaktu steypavinnarar í kvøld vóru á vitjan hjá oddaliðnum Neistin. Okkara kvinnur komu væl frá byrjan, og hvødu tær leiðsluna fyrstu 20 minuttirnar. Men í næstu trí álopunum gjørdu okkara leikarar nøkur mistøk í uppspælinum, sum høvdu við sær, at tær mistu bóltin til neistaleikara, og hetta gav Neistanum møguleika at fara í skjót mótálop og skora. Bráddliga vent í holuni, tað hevði verið Neistin, sum hevði runnið aftaná okkara leikarum, men bleiv øvugt. Hávleiksstøðan gjørdist 18-15 til Neistan. Komu sterkt aftur í seinna hálvleiki, men tað rakk ikki Neistin fekk eisini økt um leiðsluna til 4 mál, men okkara kvinnur góvu ikki upp, og tá 43 minuttur vóru leiktir, var javnleikur 22-22, og løtu seinni vóru okkara kvinnur á odda 24-22. Men so hendi tað, at Simona, sum hevði spælt rættiliga væl, var óheppin og koykti fótin, og mátti av vøllinum. Hon kom tó innaftur nakað seinni, men hon var tíðiliga darvað av skaðanum. At Simona fekk skaða, vísti seg at nerva álopspælið hjá okkara kvinnum nógv, samstundis um møgin fór at gera um seg, og strævni steypafinaludysturin frá leygardegnum eisini sat í beinunum. Tað burdi nok verið skift meira út, so leikarnir fingu eitt sindur av hvíld. Neistin tók nú yvir, og vann tá samanumkom 33-29. Hóast tapið, so var nógv positivt at byggja víðaru uppá Talan var um ein góðan og undirhaldandi dyst, har okkara kvinnur stríddust til tað síðsta, og vístu stóran part av dystinum gott hondbóltsspæl, sum byggjast kann víðari uppá til komandu uppgávur. Næsti dystur verður móti Tjaldur í Runavík komandi leygardag kl. 15:00. Myndir: Anthon Højgaard |
RSS Feed









