lutaseðlarnir, ið skuldi dragast 27.mai 2013 eru nú drignir, 03.juni 2013.
vinnaran nr. eru hesi:
1 Fartelda                          nr    685
2 málningur Hedvig W.      nr    342
3 málningur Alla Ø.             nr  2460
4 atgongumerki SF            nr  1069
5 EL-IN gávukort               nr  1093
6 INN gávukort                  nr  1536
7 EFFO leirvík gávukort      nr  1539
8 Kúlugrill frá KBI                nr  2203
9 Atlantis Bio atgongum.    nr  1677
10 Terrakotta figurar         nr  3926
11 LUX hárfríðkan              nr    195 
12 JAP gávukort                nr    875
13 7 kg flak                        nr    302
14 7 kg flak                        nr  3501
15 7 kg flak                        nr 3816
16 7 kg flak                        nr 1374
17 7 kg flak                        nr   077
18 7 kg flak                        nr 1184
Vinningarnir kunnu avheintast eftir avtalu. ring 25 75 74 eftir kl. 16.00
Stjørnan takkar fyri stuðulin
 
 
Vegna serligar umstøður er drátturin, ið skuldi verða 27.mai 2013 fluttur til mánadagin 03.juni 2013, tølini verða kunngjørd her á síðuni týsdagin 04.juni, og í bløðunum. Vit biðja orsaka fyri hetta.
 
 
Vegna ov lítla undirtøku er hondbóltskappingin, ið skuldi vera 25-27 apríl, avlýst. Vit takka teimum, ið meldaðu lið til, og vóna at vit kunnu royna aftur næsta kappingarár.
 
 
Vegna tekniskar trupulleikar so er tilmeldingarfreistin útsett til fríggjadagin 12.apríl.
 
 
Nú tá kappingin er farin at halla, og finalurnar hjá teimum vaksnu skulu spælast, so er ætlanin at hava eina hondbóltskapping fyri tær yngru deildurnar. Kappingin er fyri dreingir og gentur í aldrinum 10, 12 og 14 ár. Eftirsum at flaggdagur og dýrabiðidagur eru ávíkavist hósdag og fríggjadag so er eitt gott høvið at hava eina kapping hesar dagar, finalurnar verða so spældar leygardagin. Ætlanin er at brúka bæði Badmintonhøllina og KÍ-høllina hesar dagarnar. Tilmelding er neyðug til kappingina, og er freistin at melda til mánadagin 8.apríl. Broyting: tilmeldingarfreistin er longd til mánadagin 15.apríl
 
 
Sunnudagin skal Stjørnan so aftur í eldin, hesaferð móti Kyndil. Sum kunnugt, so verður tað ikki við Svein Rógva sum venjara. Tað tíðuna, ið er eftir av kappingarárinum, veður tað Una, ið kemur at standa á odda fyri besta liðið hjá Stjørnuni, hon fær tó hjálp frá Morten Hust Petersen. Spennandi verður at síggja sunnudagin hvussu ferð at gangast. Vónandi verður tað ein góður og undirhaldandi dystur, sum okkara kvinnur fara at vinna.  KOYR Á STJØRNAN.
 
 
 
Sunnudagin 10 februar spældu gentur 10 og gentur 14 finaludyst í havn. Dysturin hjá G10 gjørist sera spennandi við tveimum javnleikum, og mátti avgerðast við brotskasti, her vóru okkara gentur akkurát ov stuttar, og vann Kyndil við einum málið. Dysturin hjá G14 gjørdist ikki so spennandi, her kom kyndil á odda beinanveg, og í fyrra hálvleiki var einki at gera hjá okkara gentum. Seinni hálvleikur gekk munandi betur, men munurin var ov stórur til at heinta inn. Støðan gjørdist
19-12 til kyndil. Vit vilja ynskja okkara gentum tillukku við
silvurheiðursmerkinum.
 
 
 
 
Nú finalurnar í hondbólti verða spældar, hevur Stjørnan tvey lið hjá teimum yngru við í finaluni. Gentur 10 og Gentur 14, mótstøðuliðið er í báðum førum Kyndil. Vónandi gongur tað gott hjá okkara ungu gentum, og vónandi vera tað nógv viðhaldsfólk til hesar dystirnar.Gentur 10 spæla kl. 12.50 og gentur 14 spæla kl. 16.10 Dystirnir vera eisini streamaðir beinleiðis á heimasíðuni hjá hsf. www.hsf.fo
 
 
Picture
Leygardagin kl 15.00 skulu stjørnukvinnurnar spæla seinna ½finaliu dystin móti VB. Tann fyrri varð spældur í Kí-høllini 19.januar, og vann Stjørnan 25-20, sostætt hevur stjørnan ein málmun uppá 5 mál. Hetta merkir tó ikki at tað verður ein lættur dystur leygardagin. Lagt er upp til ein spennandi og undirhaldandi dyst og vónandi vera nógv stjørnuviðhaldsfólk við í ferðini suður til vágs.