Fleiri av hesum gentunum vóru við at stovna “Stjørnuna” helst í 1932.
Aftastar vinstrumegin frá: Bergtóra (Begga) Vágsheyg (gift Niclasen), Lena Samson (gift Andersen), Oliva Hansen (gift Sørensen), Stina Hansen (gift Tollman), Lina Johansen (gift Hansen), Helga Heinesen (gift í Íslandi, hon vaks upp hjá Sigrid og Juliusi á Biskupsstøð) og Sigrid Jacobsen (gift Andreassen). Fremstar vinstrumegin frá: Karin Waag Jacobsen (gift Lage), Stina Hansen (gift Jacobsen), Jóhanna Kristina (Jyttan) Mikkelsen (gift Lützen), Ida Mikkelsen (gift Nysted) og Ragnhild Kunoy. Myndina hevur Kjartan Lützen tikið um 1935. Stjørnan verður stovnað (brot úr KÍ-bókini)
Eingin tykist við vissu at vita heilt neyvt, nær ungfólk í Klaksvík fóru at spæla hondbólt. Men allar heimildir eru samdar um, at tað vóru ungar gentur, ið byrjaðu; nakrar av teimum, sum føddar vóru millum 1912 og 1917. Nevndar eru: systrarnar Lena Mellemgaard (Háfjall) fødd 1912 og Bina Mellemgaard (Sigurðsson) fødd 1915, systrarnar Jyttan Mikkelsen (Lützen) fødd 1913 og Ida Mikkelsen (Nysted) fødd 1917, Ragnhild Nicolina Kunoy fødd 1912, Lina Johansen (Hansen) fødd 1915, Petrina Poulsen Jacobsen (Joensen) fødd 1915, Oda Kjølbro fødd 1915, Elspa Olsen (Jensen) fødd 1916, Lena Samson (Andersen) fødd 1916, Kristina Hansen (Tollmann) fødd 1916 og Bergtóra Vágsheyg (Niclasen) fødd 1917.
Ein heimild sigur, at ”Ungfólk úr Klaksvík høvdu verið í Gøtu til fólkafund. Har høvdu tey sæð ungfólk úr Havn spælt hondbólt á sandinum, gentur móti dreingjum – hetta skuldi roynast.” Sagt hevur eisini verið, at lærarin Andrias Thomsen, sum nevndur er sum nývaldur nevndarlimur frammanfyri, vandi hetta liðið. Hann kann í síni læraraskúlatíð á Gedved seminarium 1923-26 hava kunnað seg við hetta spælið. Hann var sum nevnt lærari í Klaksvík í tveimum umførum. Talan hevur í hesum sambandi verið um tað fyrra, frá 1930 til 1933. Vit vita, at hondbóltsfelagið Neistin í Havn var stovnað í mars 1931. Bergtóra (Begga) hjá Jógvan Segl mintist, at hon sum fimtan ára gomul leikti dyst í Suðuroy. Tað hevur so verið í 1932. Farið varð suður við ”Guttabergi”. Begga var long og mjá: hon leikti vongur, og hon mintist áskoðararnar rópa: ”Ansið eftir hasi longu!” Semja hevur ikki verið um, hvør ið skeyt upp at kalla felagið ”Stjørnan”, tá framborið [sjødnan] við ongum t. Nevndar eru tær báðar Petrina í Stovugarðinum (g. Joensen) og Oda Kjølbro. Leikbúnin var síður hvítur heimaseymaður kjóli. Málverjin hevði kjóla niður á øklar, útileikararnir niður um knæ. So vóru tær í hvítum ”ankulsokkum” og hvítum løriftskóm. Stjørnumerkið kom seinni. Hvør einstøk broderaði tað á sín kjóla. Seinast í tríati-árunum hendi sonn kollvelting, tá ið gentur fóru at spæla í ”shorts”. Tað var ikki sørt, at hetta argaði summi. Stjørnan leikti tá í reyðum ”shortsum”, Neistin í bláum. Fyrstu árini spældu kvinnurnar hondbólt á tennisvøllinum, seinni varð vøllur strikaður av á fótbóltsvøllinum. Timburmál vórðu borin inn á vøllin og av vøllinum til venjingar og dystir. Net vóru eingi. Annað ”ættarliðið” av spælarum, tær, ið føddar eru beint eftir 1920, minnast, at tær hava verið í kjallaranum hjá Kjølbro, har Oda búði, og prátað um ætlanir at gera hondbóltsvøll uppi við Spinnaríið, men tann ætlanin datt niðurfyri. Seinni varð hondbóltsvøllur gjørdur sunnan fyri fótbóltsvøllin. ”Stjørnan” var felag fyri seg fyrstu árini, men Stjørnu-gentur hildu veitslur saman við KÍ. Myndin til vinstru:
2. lið 1945. Standandi frá vinstru: Ingibjørg Zachariasen, Amanda Hansen, Hallgerð av Eiði, Julianna Nystrøm, Svanhild Hougård, Karin Wåg Joensen og Rannvá Zachariasen. Myndin til høgru: Standandi frá vinstru: 1. lið 1945. Jetta Mikkelsen, Mathilda Poulsen, Ragnhild Ellingsgård, Oddvør á Kósini, Nancy Mikkelsen, Sigrid Guðjónsson og Jóhanna M. Andreasen. |
Stjørnan sóknast eftir
|