Stjørnan

  • nýtt
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • nýtt
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan nýggja heimasíðu

23/2/2025

Comments

 
Stjørnan hevur nýggja heimasíðu og kanst tú síggja heimasíðuna við at trýsta á knøttin niðanfyri
nýggj heimasíða

Comments

Nýggj nevnd

10/5/2024

Comments

 
Nevndin skipað hjá Stjørnuni
​
Nevndin er nú skipað soleidis:


Sylvia Løvenskjold Hansen, Forkvinna
Durita Karlsdóttir Ljósstein, Næstkvinna
Malan Berg Johansen, Kassameistari
Elsba Jónsdóttir Lervig, Nevndarlimur
Annika Magnusdóttir Arge, Nevndarlimur


Nevndin
Picture
Comments

AÐALFUNDUR

18/4/2024

Comments

 

 
Tann 2. mai 2024 kl. 18:00 hevur hondbóltsfelagið Stjørnan aðalfund. Aðalfundurin verður í skúlastovunum í KÍ-høllini. 
 
 
Skrá sambært lóg felagsins

  • Val av fundarstjóra og fundarskrivara 
  • Ársfrágreiðing frá forkvinnuni 
  • Framløga av grannskoðaðum roknskapi 
  • Ásetan av árligum lima- og leikaragjaldi, møguliga avsláttarskipan til leikaragjaldið
  • Innkomin mál
  • Val av nevnd 
  • Fyri vali standa Annika Magnusdóttir Arge, Osla Norðá, Vivi Olsen og Maria Kruse Højgaard. Osla, Vivi og Maria hava valt ikki at stilla upp aftur. 
  • Val av grannskoðara
  • Ymiskt ​ 
 
 
Broyting av viðtøkum: 
Nevndir skjótur upp at broyta viðtøku §4, stk 5 sum ljóðar soleiðis: 
Aðalfundurin velur nevnd felagsins á hvørjum ári. Nevndin telur 6-10 limir og standa 2 nevndarlimir fyri valið hvørja fer eftir FIFO[1] leistinum. 
Nevndarlimur sum stendur fyri valið kann stilla uppaftur. Uppskot til broyting ljóðar soleiðis: Aðalfundurin velur nevnd felagsins á hvørjum ári, nevndin telur 5 limur. Nevndarlimurnar verða valdir fyri 2 ár í senn. Valdir verða 2 limur annaðhvørt ár og 3 limur annaðhvørt ár. Nevndarlimur sum stendur fyri valið kann stilla uppaftur. 
 
 
Allir limir hjá hondbóltsfelagnum Stjørnan eru hjartaliga vælkomnir. Nýggir limir kunnu tilmelda seg á staðnum. Møguleiki er at gjalda kontant og við gjaldskort. Gjaldið fyri hvílandi limir er 200kr. 
 
Vinarliga 
 
Nevndin

Comments

Ítróttartiltak í Varpinum

27/2/2024

Comments

 
Klaksvíkar býráð bjóðaði øllum ítróttarfeløgunum í kommununi til eitt felagstiltak. Her øll ítróttarfeløg í Klaksvíkar hittust í Varpinum.
​
Sigast skal at hetta ítróttartiltakið eydnaðist sera væl og Stjørnan takkar fyri at verða boðin við til hesa serligu stóru løtu.

Fleiri røður vórðu hildnar, filmsbrot víst, tónleikur og heiðurslønir latnar.
Til ítróttartiltakið fekk ongin onnur enn okkara egna Vivi Olsen heiðursløn fyri sítt treytaleysa íkast til feløgini. Hjartaliga tillukku Vivi og takk fyri títt dirvið!

Stjørnan og Team Klaksvík fingu eisini heiðursløn fyri gott samstarv. Her millum annað fyri at hava felags venjaratoymið fyri ungdómin. David og Ivanu, sum vit eru glað fyri at hava í feløgunum. Sermerkt hevur eisini verið at Stjørnan og Team Klaksvík hava í tvey ár, hava bjóða venjing fyri tey heilt lítlu. Her er tað Trille Trolle sum hevur havt stóran áhugað.

Vit vilja takk fyri góða tiltakið í kvøld og heiðurlønir. Men ein heilt serlig tøkk til øll tykkum sum gera tykkara fyri at hjálpa í felagnum.

Vinarliga

Hondbóltsfelagið Stjørnan
Picture
Picture
Comments

Valentina Landri til Stjørnuna

10/7/2023

Comments

 
Stjørnan styrkir hópin fyri kappingarárið 2023/24 við enn einum leikara.

Talan er um 31 ára gomlu Valentine Landri, úr Italia. Valentina hevur spælt á sera høgum støði í fleiri ár, har hon millum annað hevur verið við til at vunnið gull fleiri ferðir í bestu deildini í Italia. Valentina er eisini kjósin sum ársins verjuleikari fyri kvinnudeildina í Italia. Eisini hevur Valentina umboða Italia við U18 og U20 landslið. Seinasta kappingarár hevur Valentina spælt fyri Italska liðið Erice.

Vit ynkja Valentinu hjartaliga vælkomna til Stjørnuna.
Picture
Comments

Stjørnan styrkir hópin

10/7/2023

Comments

 
Stjørnan styrkir hópin kappingarárið 2023/24

Talan er um 31 ára gomlu Savicu Mrkikj, úr Makedonien.
Tann 184 cm høgi vinstri bakkurin, hevur drúgvar royndir innan hondbólt á høgum støði. Millum annað hevur hon spælt super-liga í Makedonien og síðan 2020 hevur hon spælt fyri iltalska felagið Guerriere Malo har hon hevur klárað seg sera væl. 

Vit ynskja Savicu hjartaliga vælkomna til Stjørnuna. 


Picture
Comments

Venjaratoymið heldur fram komandi kappingarár

29/6/2023

Comments

 

​Undanfarna kappingarár hjá SMS-liðnum, hava Annika og Svein Rógvi verið høvuðsvenjarar. Úrslitið av hesum var enn ein bronsu heiður norður til Stjørnuna. Annika og Svein Rógvi Ljósstein koma at halda áfram sum venjarar hjá SMS liðnum kappingarár 2023/24, og tað eru vit fegin um. 
​
Vit ynskja teimum bestu eydni í kappingarárinum 2023/24.
Picture
Comments

Stjørnan fær nýggjan málmann

27/6/2023

Comments

 
Stjørnan hevur skrivað sáttmála við nýggjan málmann til kappingarárið 2023/24
Nina Abromovic kemur at verja málið hjá bestu deilduni.
Nina er 31 ár og frá Montenegro. Nina hevur nógvar royndir innan hondbóltin. Millum annað hevur hon leika í bestu deildini í Grikkaland.

Vit ynkja Ninu hjartaliga vælkomin og bestu eydnu.
Picture
Comments

Nýggj nevnd skipað

19/5/2023

Comments

 
Picture
​Nevndin skipað hjá Stjørnuni
 
Í samband við ársaðalfundin ið var tann 29. Mars 2023, hevur nevdin hjá Stjørnuni nú skipað seg.
Orsøkin til nevdin er skipað seint eftir ársaðalfundin, er tí at tað gekk leingi at fáa formannspostin uppá pláss. Hetta er nú alt komið á rætt pláss.
 
Súsanna Lydersen, fyrrverandi forskvinna, hevur takkað fyri seg sum forskvinna og sum nevdarlimur. Una Váðklett, næstforskvinna, hevur eisini takkað fyri seg sum næstforskvinna og nevdarlimur. Stjørnan takkar Súsonnu og Unu fyri teirra stóra dirvi og íkast til felagið.
 
 
Nývald í nevnd er Elsba Jónsdóttir Lervig. Nevndin er nú skipað við ymsum broytingum.
 
Sylvia Løvenskjold Hansen ; forskvinna og kassameistari, tel. +298 230349
Durita Ljósstein. Johansen ; næstforskvinna og samskipari, tel. +298 276537
Annika Magnusdóttir Arge ; Ungdómsdeild, tel. +298 279528
Elsba Jónsdóttir Lervig ; Vaksinmannadeild og SMS-deildin, tel. +298 557012
Maria Kruse Højgaard ; Skrivari og miðlasamskipari, tel. +298 255522
Vivi Olsen ; Nevndarlimur, tel. +298 263313
Osla Norðá ; Nevdarlimur, tel. +298 758833
Comments

Aðalfundur tann 29. mars 2023 kl 19:00

13/3/2023

Comments

 
Picture
AÐALFUNDUR

Tann 29. mars 2023 kl. 19:00 hevur hondbóltsfelagið Stjørnan aðalfund. Aðalfundurin verður í skúlastovunum í KÍ-høllini.

Skrá samb. lóg felagsins
*  Val av fundarstjóra og fundarskrivara
*  Ársfrágreiðing frá formanninum
*  Framløga av grannskoðaðum roknskapi
*  Ásetan av árligum lima- og leikaragjaldi, møguliga avsláttarskipan til leikaragjaldið
*  Innkomin mál
*  Val av nevnd
*  Fyri vali standa Súsanna Lydersen og Una Váðklett, ið hava valt at ikki stilla upp aftur.
*  Val av grannskoðara
*  Ymiskt
​
Allir limir hjá hondbóltsfelagnum Stjørnan eru hjartaliga vælkomnir.
Nýggir limir kunnu tilmelda seg á staðnum. Møguleiki er at gjalda kontant og við gjaldskort. Gjaldið fyri hvílandi limir er 200kr.

Vinarliga

Nevndin
Comments

October 10th, 2022

10/10/2022

Comments

 
Picture

Venjaraskifti í SMS deildini.

Kári Horn hevur lagt frá sær sum venjari í SMS-deildini. Hetta er gjørt í sátt og semju við nevndina og venjara. Vit vilja takka Kára fyri tíðina hann hevur verið við okkum sum venjari.

Venjaratoymið ið kemur at taka yvir restina av kappingarárinum, eru, Svein Rógvi Nielsen Ljósstein og Annika Karlsdóttir Ljósstein. 
Tey bæði hava drúgvar royndir innan hondbólt og eisini hevur Svein Rógvi royndir sum venjari. Annika er eisini eitt sera kent andlit hjá stjørnuni, har hon millum annað hevur verið við til at vunnið heiðursmerkir til felagið og hevur verið leikari í fleiri ár. 
Vit gleða okkum til komandi samstarv við Svein Rógva og Anniku.

 

Vinarliga

Stjørnan, nevndin


Comments

Nývalda nevdin eftir aðalfundin tann 3. oktobur 2022

10/10/2022

Comments

 
Picture

Aðalfundur tann 03. oktobur 2022

Eftir stovnandi aðalfundin hjá hondbóltsfelagnum Stjørnan, hevði nývalda nevndin sín fyrsta nevndarfund. Har var eitt mál á skránni, og tað var skipan av nevnd. Á fundinum skipaði nevndin seg soleiðis:

Súsanna Lydersen, forkvinna
Una Váðklett, næstforkvinna
Sylvia Løwenskjold Hansen, Kassameistari
Maria Kruse Højgaard, Skrivari og miðlasamskipari
Durita Ljósstein Johansen, samskipari
Annika Magnusdóttir Arge, nevndarlimur
Vivi Olsen, nevndarlimur
Osla Norðá, nevndarlimur

Comments

Stjørnan farin úr Klaksvíkar Ítróttarfelag

20/9/2022

Comments

 
Picture

Stjørnan farin úr Klaksvíkar Ítróttarfelag

Á eyka aðalfundinum ið var á loftinum í KÍ høllini 12. septembur. Var ynski sett fram frá Stjørnuni um at taka seg úr Klaksvíkar Ítróttarfelag, við tí endamál at stovna sjálvstøðugt felag fyri hondbóltin.

Á aðalfundinum gekk hetta ynski á møti, soleiðis at Stjørnan verður strikað í viðtøkunum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag.

Av tí verður lýst við stovnandi aðalfundi hjá Stjørnuni tann 03.10.2022 kl. 20:00 í einum av skúlastovunum inni í KÍ-høllini. Á skránni eru tær nýggju viðtøkurnar fyri hondbóltsfelagið Stjørnuna og val av nevnd, stjørnan bjóðar kaffi og okkurt søtt eftir fundin.

Til ber at gerast hvílandi limir á fundinum og er kostnaðurin fyri at gerast hvílandi limur er 200 kr. Øll eru hjartaliga vælkomin á stovnandi aðalfundin.

Vinarligast

Stjørnan

Comments

2 stig við heim eftir stórsigur í Suðri

20/9/2022

Comments

 
Picture

Stjørnan hevur í dag verið suðuri í Vági og leikt ímóti VB. Úrslitið gjørdist ein greiður  38-24 sigur til Stjørnuna. Í hálvleikinum hevði Stjørnan eina leiðslu uppá 16-10.

Eftir at VB seinasta vikuskifti spældi ein javnan og spenndandi dysti ímóti Neistanum, sum Neistin tó vann við trimum málum, varð roknað við einum jøvnum dysti í dag, men stjørnukvinnurnar vildu tað ørvísi. Tað gekk javnt á fystu løtunu, men sum fyrri hálvleikur leið, tók Stjørnan leiðsluna, og kundi fara til hálvleiks við eini seksmáls leiðslu.

Gongdin var tann sama gjøgnum seinna hálvleik. Stjørnan økti støðugt um leiðsluna. Kreftirnar vístu seg at ganga undan hjá heimaliðnum, og tað gav Stjørnuni møguleikar til fleiri skjót mótálop. Serliga var tað samanspælið millum málverjan hjá Stjørnuni Ditte Sørensen og Tóru Eliasen sum riggaði væl. Ditte hevði nøkur sera neyv útkøst til Tóru sum var farin í skjótt mótálop, og skorari hon ferð eftir ferð. Eisini unga Bergit Svarvadal, sum spældi sín næsta dyst á besta liðnum, fekk okkurt mál uppá skjótt mótálop.

Stjørnan er nú á veg norður aftur við tveimum stigum í skjáttuni, og hevur nú fýra stig fyri tveir dysti. Ein góð byrjan uppá kappingaárið.
Grein: Norðlýsið

​Málini Fyri stjørnuna skoraðu: Jancy H. Jacobsen 6, Sonja S. á Bergi 1, Ella L. Samson 1, Birgit Svarvadal 2, Mina S. Henriksen 2, Tóra Eliasen 11, Ditte Sørensen 1, Joan Sørensen 2, Malene Madsen 4, Durita L. Johansen 4, Iuliia Nalivko 4, 

Comments

Spenningur og dramtikkur endaði við bronsu til Stjørnuna, kappingarár 21/22

13/9/2022

Comments

 
Picture

Tann 30. mars 2022

​Tað var spenningur og undirhald fyri allar pengarnar, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni og Kyndil í gjárkvøldi leiktu  bronsudyst í á Høllini á Hálsi. Brotskastkapping mátti til, áðrenn vinnarin varð funning.           
​                        

Lagt var upp til ein javnan dyst, og tað gjørdist tað sanniliga eisini. Liðini fylgust í gjøgnum alla dystin, og skiftust um at hava leiðsluna. Hálvleiksstøðan var javnleikur 20-20.                                        
                           

Javna gongdin helt fram helt fram stórt sæð allan seinna hálvleik, men í móti endanum av dystinum hevði Stjørnan vunnið sær eina leiðslu uppá trý mál, men tað eyðnaðist Kyndil í allar seinasta sekundinum at javna til 33-33. Síðani varð leikt tvær ferðir 5 minuttir. Tá hesir 10 minuttirnir vóru leikt, var framvegis javnleikur 36-36. Tí mátti dysturin avgerast við brotskostum, og skuldi liðini skjóta heili átta brotskost í part, áðrenn vinnarnir var funnin. Avgerin fall, tá Rina í Stjørnumálinum bjargaði seinasta skotinum frá kyndlaleikara.
               

Frøðin var stór á stjørnuleikarunum eftir dystin. Tær hava alt kappingarárið verið partur av oddastríðum, men blivu akkurát ov stuttar til koma í bæði steypa- og FM-finalurnar. At tær nú endað kappingarárið við at vinna bronsuna er fult uppiborið. Tillukku við bronsuheiðursmerkjunum.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Julia Nalviko 11, Durita C. Jojic 10, Tóra Eliasen 5, Jancy Jacobsen 4, Malene Madsen 4, Sonja S. á Bergi 3, Oddvør Josephsen 2, Ella Samson, Katrin Bertholsen, Joan Sørensen og Durita Ljósstein hvør sítt mál.

Grein: Norðlýsið

Comments
<<Previous

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: [email protected]