Stjørnan er einasta hondbóltsfelag í landinum, sum til hvønn einasta heimadyst hjá besta kvinnuliðnum, hevur hallarspekarar. Tað byrjaði í 1998, og var tað núverandi venjari okkara Svein Rógvi, sum eisini tá var venjari, sum tók stig til fáa hallarspeakara.
At hava hallarspeakara var vanligt í útlandinum, so hví ikki royna tað her hjá okkum. Ein hallarspeakari setur ein serligan dám á, har leikarnir á báðum liðunum verða presenteraðir við dystarbyrjan, og annars tá skorað verður, ella t.d. tá málverjin hevur eina góða bjarging, væl kryddað við góðum lívligum tónleiki. Sum sagt, so varð byrjað í 1998, og hevur hallarspeakari verið til stórt sæð hvønn tann einasta heimadyst hjá Stjørnuni síðani. At byrja við, vóru tað ikki øll, sum vóru líka fegin um hallarspekaran við síni hvøllu rødd og larmandi tónleiki, men við tíðini er hetta blivið ein partur av einum hondbóltsdysti í KÍ-høllini. Tað er komið fyri, at hallarspekarin hevur havt forfall, og hevur tá verið saknur í honum. Tað er, sum at tað manglar nakað. Fyrstu árini var tað Kristian Joensen (núverandi dómari í bestu kvinnu- og mannsdeildini) sum var speakari. Síðani 2001 hevur Otto Jacobsen trúliga sitið við mikrofonina. Við síni kláru rødd og góða tónleiki, hevur hann mangan fingið “høllina” uppá kók. Boð hava eisini verið eftir Otto til onkrar av steypafinalunum. Seinast var, nú steypafianlurnar vórðu leiktar 12. feburar. Vit ynskja Otto tillukku við 10 ára jubileuminum, og ynskja honum alt besta sum hallarspeakari næstu 10 árini. |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|