Gentur 14 hava verið óførar í hesum kappingarárinum. Nú kappingarárið endar, kunnu tær kalla seg “silvur greipuvinnarar”. Í steypakappingini leiktu tær seg í finaluna, har tó máttu lúta fyri Kyndli.
Seinasta umfar í landskappingini varð leikt leygardagin, tá okkara gentur høvdu vitjan av VÍF. Undan dystinum var greitt, at okkara gentur høvdu tryggjað sær silvur heiðursmerkir. Eisini ílandskappingini er tað Kyndil sum vinnur gull. Dystin móti VÍF vunnu tær greitt 20-10. Eftir dystin fingu tær eina heilsan frá formanni felagsins Kristoffur Ragnarsson. Hann ynskti gentunum hjartaliga tillukku heiðursmerkjunum, og rósti teimum fyri hvussu hugagóðar tær høvdu verið til venjingar í vetur, og hvussu nógv tær høvdu ment seg sum hondbóltsleikarar undir leiðslu av Ionel Gheorghe venjara. Síðani fingu genturnar heiðursmerkini hongd um hálsin. Hóast kappingarárið nú er liðugt, so haldu genturnar fram við at venja. Ætlanin er, at tær skulu luttaka stórari hondbóltskapping í Danmark í summar. Meir um hetta seinni. Heimsíðan vil eisini ynskja gentum hjartaliga tillukku við silvur heiðursmerkjunum. |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|