Sum úrslitini í bestu kvinnudeildini lagaðu seg um vikiskiftið, so er kapingin millum Neistan, Stjørnuna og Tjaldur um tey bæði fm-finaluplássini púra opin.
Serliga umráðandi var tað hjá Neistanum at vinna á Tjaldur, skuldu tær gera sær vónir um at koma í fm-finaluna. Høvdu tær tapt, kundi tað blivi trupult hjá teimum nátt einum finaluplássi. Men tað var als ongin ivi úrslitið. Neistin snøkt sagt vant burturúr Tjaldur og vann 40-19. Gott nok var tjaldursliðið nakað skert, men úrslitið talar fyri seg. Okkara kvinnur greiddu setningin. Hóast spælið ikki var av tí besta, so vunnu tær 30-27 á Kyndli, og tað var tað, sum tað mest av øllum ráddi um. Støðan í oddinum er nú tann, at Stjørnan hevur 34 stig fyri 20 dystin. Neistin hevur eisini 34 stig, men tær hava leikt 22 dystir. Á triðja plássi er Tjaldur 32 stigum fyri 21 dystir. Komandi sunnudag skulu okkara kvinnur til Runavíkar at leika móti Tjaldur, og tað verður ein rættiliga avgerðandi dystur. Spælið hjá okkara kvinnum hevur kanska ikki verið av tí besta seinastu tveir dystirnar, men nú er at hyggja frameftir, og brúka allr kreftir uppá at fyrireika seg væl til næstu uppgávuna. Koyr á Stjørnan! |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|