Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Stjørnan basti VB

2/4/2018

Comments

 
Picture
Norðlýsið skrivar:

Lagið er ótrúliga gott umborð á Smyrli nú vit eru á veg norðurum aftur. Stjørnukvinnurnar sita júst til borðs umborð saman við Per Klarup og fáa sær ein tiltrongdan bita eftir eitt super avrik í høllini í Vági.

Stjørnan hevur í dag vunnið trupla útidystin ímóti VB 36-32

Tað var nógv ferð yvir dystinum og nógv mál skoraði, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni í dag vitjaðu VB. Tað gekk javnt á fyrstu 10 minuttirnar, men so tók Stjørnan leiðsluna, og hálvleiksstøðan var 18-13 til Stjørnuna.

VB royndi at svara aftur fyrstu løtuna av seinna hálvleiki og fekk minka munin til trý mál, men nærri komu tær ikki. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, hevði Stjørnan økt um leiðsluna til 27-21. Endaliga úrslitið gjørdist ein nakað óvæntaður men fult uppiborðin 36-32 sigur til Stjørnuna.

Við tapinum misti VB møguleikan at koma í fm-finaluna. Tað er nú greitt, at tað verða VÍF og Kyndil sum skulu leika fm-finaluna.

Næsti dystur hjá Stjørnuni verður komandi leygardag á heimavølli í mót H71.

Málini hjá Stjørnuni í dagsins dystu skutu: Jancy Jacobsen 11, Sonja Sirdal 9, Mina Sirdal 8, Tóra Eliasen 4, Hervør Olsen 2 og Kristina Poulsen og Ingrid Jógvansdóttir hvør sítt.


Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com