Landskappingingin í hvonn deildini er farin av bakkastokki og fyrsti dysturin hjá Stjørnuni var í dag á heimavølli ímóti Kyndil. Hart var lagt út við góðum tempo frá báðum liðum, men skjótt kom Kyndil frammum við fimm málum, sum tær hildu næstan allan fyrra hálvleik. Hálvleikstøðan gjødis 15-9 til Kyndil. Miðskeiðis í seinna seinna hálvleiki økti Kyndil veruliga um leiðsluna og endaliga støðan gjørdist 29-18 til Kyndil. Dysturin var merktur av nógvum feilum frá báðum liðum og týðiligani sást at hetta er fyrsti dystur í kappingarárinum. Anna A Brimnes gjørdist besti málskjútti við heili 11 málum fyri Kyndil og Judit Hansen gjørdist besti málskjútti fyri Stjørnuna við 5 málum. |
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|