G10 Stjørnan b til kapping á Giljanesi
28. oktober 2017
Ídag byrjaði kappingin hjá G10 av álvara og Stjørnan hevur 2 lið í hesum aldursbólki. Stjørnan a leikti 3 dystir í høllini á Eiði móti VÍF a og EB a. Stjørnan tapti 13-0 móti VÍF a og vann 11-8 á EB a.
Stjørnan b leikti á Giljanesi, har tær møttu VÍF b og H71 b. Stjørnan tapti báðar dystirnar, men sigast kann at tað týðiligani sást at fleiri av leikarunum nú hava vant hondbólt í eitt ár, og hava tær tikið seg nógv fram. Nógv er at læra í hondbólti og enn hava vit nógv at arbeiða við í hesum aldursbólki, men okkara gentur skulu nokk koma seg og spennandi verður at fylja teimum hetta kappingarári.
Komandi kapping fyri Stjørnan a verður í ítróttarhøllini á Skála tann 11. november, har Stjørnan a møtir H71 a og VÍF a. Kappingin fyri Stjørnan b verður aftur í Runavík tann 11. november, har Stjørnan b skal møta Tjaldur b og Søljan og spennandi verður at vita um hvussu okkara gentur fara at klára seg.
Enn er møguligt hjá gentum í aldrinum 9 og 10 ár at koma at venja hondbólt og hevði tað glett okkum at fingi nakarar uppí afturat í hesum aldursbólki.
Koyr á Stjørnan!

Venjaraskeið við Per Klarup
23. september 2017
Stjørnan er byrjað at venja fyri veturin og gleðiligt er at síggja at fleiri og fleiri leikarar ynskja at læra at spæla hondbólt. Tilgongdin hevur verið so mikið stór at neyðugt er at melda fleiri lið til í fleiri aldursbólkum hetta kappingarár. Hetta er sjálvsagt sera gleðiligt, men krevur eisini meir av felagnum og hevur tí verið neyðugt at sett fleiri hjálparvenjarar til hvønn aldurbólk, soleiðis at vit hava vaksin fólk kring børnini, men eisini er neyðugt at seta fleiri ungar venjarar til.
Stjørnan setti seg tí í samband við høvuðs- og ungdómsvenjara okkara Per Klarup um at hava eitt venjaraskeið við okkara egnu venjarum. Per játtaði beinaveg og í dag kundu allir Stjørnuvenjarar luttaka á venjaraskeiði fyri betri at kunna hava somu venjingarlinju allan vegin ígjøgnum venjingarnar í vetur. Lagt var eftir at vita hvat skal lærast í hvørjum aldursbólki og hvat er neyðugt at rætta til hjá hvørjum einstakum leikara í vetur. Alt fyri at menna okkara ungdóm til góðar hondbóltsleikarar og fyri at hava somu hondbóltskós. Framvegis er brúk fyri venjarum hjá Stjørnuni og enn er tað møguligt hjá teimum ungu og børnunum at byrja at spæla hondbólt við Stjørnuni í vetur. Vit ynskja at takka Per fyri eitt sera læruríkt skeið og vónandi fara vit at síggja hetta aftur í høllini. Við ítróttarkvøðu Nevndin |
Standandi aftast frá vinstru: Birgith Ryan, Joan Sørensen, Bjørk Clementsen, Ungureanu Raluk og Valborg Hammer
Standandi fremst frá vinstru: Egil Johansen, Marjun Dahl, Malan Ragnarsson, Jórun Bech Nielsen og Per Klarup Teoritímar uppi á loftinum í KÍ-høllini
|