Kom og spæl hondbólt
Ynskir tú at spæla hondbólt í vetur við Stjørnuni skalt tú tilmelda teg við at gjalda leikaragjald fyri kappingarárið 2020/21.
Niðanfyri sært tú leikaragjaldið fyri hvønn aldursbólk: Leikaragjaldið fyri kappingarárið 2020/21:
Leikaragjaldið kann rindast á kontu okkara í Norðoya Sparikassa: 9865 - 3082932 ella Bank Nordik: 6460-5575372 Minnist til at viðmerkja fulla navn og føðiár á tí leikaranum, ið goldið verður fyri. Øll, ið hava hug at venja og spæla við Stjørnuni komandi kappingarár eru hjartaliga vælkomin at melda seg til. Vit síggja fram til enn eitt spennandi kappingarár. Við ítróttarkvøðu STJØRNAN Nevndin Niðanfyri kanst tú finna kappingarbólkar og aldursmark
Øll eru hjartaliga vælkomin! Stjørnubúnin
Nýggi Stjørnubúnin kann bíleggjast og keypast í InterSport.
Vilt tú vera hjálparvenjari í vetur?
Stjørnan hevur sett Christoffur Gert Nielsen sum nýggjan høvuðs- og ungdómsvenjara fyri kappingarárið,
men hava vit eisini brúk fyri hjálpavenjarum til hvørja deild hjá Stjørnuni, soleiðis at hvør deild kann menna seg mest møguligt. Hevur tú hug at royna teg sum hjálparvenjari í Stjørnuni í vetur, so set teg í samband við Súsannu Lydersen, forkvinnu, á tel. 216495 eftir kl. 18. Høvuðsstuðlar hjá Stjørnuni:
|