Vit eru í steypafinaluni 24/01/2012
5 Comments Vunnu á Kyndli uttan trupuleikar 22/01/2012
Tað var bert fystu løtuna í dystinum ídag millum Kyndil og okkara kvinnur at kyndlakvinnurnar megna at geva nakað av móstøðu. Eftir hetta sótu okkara kvinnurnar á dystinum. Í hálvleikinum vóru tær á odda17-11. Dysturin endaði við einum greiðum sigri til okkara kvinnur uppá 31-21. Marijan leikti sín fyrsta dyst Í vikuni kom spæliloyvið hjá okkara nýggja málverja serbiska Marijana Lucic uppá pláss, Eftir at Guðrun á Lágabø hevði staði í málinum í fyrrahálvleiki, kom Marijan á vøllin við byrjan av seinni hálvleiki í dag. Hon stóð væl, og vísti góðar dygdir. Hon kann fara at blíva ein styrkur fyri liðið sum frálíður. Ungu leikarnir hjá okkum fingu rímiliga nógva tíð á vøllinum í dag, og tær komu bara væl frá dystinum. Hetta var ein rættiliga týðandi sigur hjá okkara kvinnum. Eftir at nærmasti kappingarneyti teirra um annað plássið til fm-finaluna VB á heimavølli í dag mátti leggja rygg til eitt stórtap móti Neistanum, hava okkara kvinnur styrkt um møguleikarnar at náa einum fm-plássið, men enn er langt á mál. Aftur ein týdningarmikil sigur 15/01/2012
Skuldu okkara kvinnur framhaldandi verða við í stríðnum um at náa eina fm-finaluplássi, var kravið ein sigur móti VB í dag. Hóast tað leikaði hart á, so drógu okkara kvinnur longra stráðið, og vunnu tepurt men uppiborið 23-22. Korina og Guðrun vístu vegin Hóast spælið ikki var av tí best, so var talan um ein arbeiðssigur, og vóru tað serliga Corina og Guðrun sum vístu vegin. Corina tykist rættilga at verða komin fyri seg, hon gekk fyri bæði í verju og álopið. Eftir eina heldur ivasam byrjan, so koma Guðrun í málinum rættiliga fyri seg, og stóð ein branddyst. Eins og hóskvøldið so bleiv talan um ein sannan gysarar, men høvdu okkara leikarar verið meira avgjørdir í uppløgdum málmøguleikum, hevði ikki verið neyðugt at halda okkum viðhaldsfólk á bínibonkin til tað síðast. Men tit trúu uppá tað og kempaður til tað síðsta, og tað gav úrslit. Tillukku við tí. Fyrra hálvfinalan í steypakappingini millum okkara “stjørnur” og Neistan í kvøld bleiv ein sannur gysari, sum endaði við, at okkara kvinnur lógu omaná við einum máli. Undan dystinum vóru neistakvinnurnar favorittar, og tær komu eisini betur frá byrjan og vóru á odda 15-10, tá umleið 15 min. vóru leiktir. Men so fingu okkara kvinnur betur stýr á serliga verjupartinum, samstundis Guðrum í Lágabø í málinum hevði fleiri góðar bjargingar. Spakuliga tóku okkara kvinnur seg inn á Neistan, og spenningur kom í. Hálvleiksstøðan var 16-15 til Neistin, og dysturin var púra opin. Seinna hálvleik gekk javnt á, tó hevði Neistin munin stóran part av hálvleikinum. Tá sekstan minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, eydnaðist tað okkara kvinnum fyrstu ferð í dystinum at koma uppá javnleik, og høllin kókaði. Átta min. seinni tóku tær leiðsluna. Við ótrúliða góðum stuðli frá viðhaldsfólkinum hildur tær leiðsluna, tað sum eftir var av dystinum. Tað var ein veldig frøi á bæði leikarum og viðhaldsfólki, tá dómarnir bríkslaðu dystin av. Hetta var ein ótrúðliga týðandi sigur fyri okkara kvinnur og venjara. Við sigrinum megnaðu okkara kvinnur, tað fáur hevði roknað við. Men enn er alt púra opið undan seinnu hálvfinaluni, sum verður leikt í Havn um 14 dagar. Sjálvandi skulu vit frøðast um úrslitið í kvøld, men tað er umráðandi at fáa armarnar niðuraftur, tí longu sunnudagin, er aftur ein rættiliga týðandi dystur á skránni. Tá fáa okkara kvinnur vitjan av VB, sum er teirra harðasta kappingarneyti um annað plássið í landskappingini Í kvøld stendur slagið 12/01/2012
Tað er ógvuliga umráðandi hjá okkara kvinnum at fáa gott úrslit í fyrru hávlfinaluni í steypakappingini móti Neistanum, verður leikt í KÍ-høllini í kvøld kl. 20:00. Neistin er greitt oddalið í landskappingini. Liðini hava higartil í hesum kappingarárinum leikt tveir dysti móti hvørjum øðum, og hevur Neistin vunnið teir báðar. Neistaliðið má tí metast at verða favorittur til at vinna dystin, men vit ivast ikki í, at okkara kvinnur fara geva alt tað teir eiga og eitt sindur aftur at fyri at vinna dystin. Tað er sera umráðandi at okkara kvinnur fáa góðan stuðul frá viðhaldsfólkinum, og heita vit á norðoyingar um at møta fjøllmentir til dystin í kvøld. Koyr á Stjørnan!!! Týdningarmikil sigur 09/01/2012
Sum gongdin í hondbóltskappingin hjá kvinnunum hevur verið higartil í hesum kappingarárinum, er tað neyvan nakað at ivast í, at Neistin verður annað lið í fm-finaluni, meðan kappingin um hitt fm-finaluplássið stendur millum serliga okkara kvinnur og VB. Umráðandi var tí hjá okkara kvinnum at vinna á útivølli móti VÍF í dag. Hóast stórur munur er á liðnum á stigatalvuni, so hava VÍF-kvinnurnar fyrr í hesum kappingarárinum givið okkara kvinnum dygga mótstøðu. VÍF legði eisini bragdliga fyri og kom á odda 5-1. Eftir kom betur skil á serliga verjupartin hjá okkara kvinnum, samstundis um Guðri á Lágabø kom í málið at standa, og hevði hon fleiri góðar bjargingar. Munuirn minkaði so spakuliga, og tá umleið 20 minuttir vóru leiktir, tóku okkara kvinnur fyri fyrstu ferð í dystinum leiðsluna, og leiðsluna høvdu tær, tað sum eftir var av dystinum. Munurin var ongantíð tann stóri. Eina løtu høvdu okkara kvinnur eina leiðslu uppá fýra mál, men eftir eina dupult útvísing til okkara kvinnur, eydnaðist tað VÍF at minka um munin til eitt mál, men nærri komu tær ikki. Endaliga úrslitið gjørdist ein uppiborin sigur til uppá 23-20. Men longu hóskvøldið stendur ein stór og spennandi uppgáva fyri framman, tá fyrra hálvfinalan í steypakappingin millum okkara kvinnur og Neistan skal leikast í KÍ-høllini. Koyr á Stjørnan!! Stjørnan ynskir øllum eitt gott nýggjár 03/01/2012
Komandi dystur hjá sunset-liðinum verður nú sunnudagin 8. januar í Vestmanna. Venjingarnar byrja aftur í 2. januar 2012 Gleðilig jól øll somul! Hava leikt seg í hálvfinaluna 14/12/2011
Við einum greiðum 29-23 sigri á Tjaldur í kvøld hava okkara kvinnur leikt seg í hálvfinaluna í steypakappingini. Tað gekk nøkulunda javnt á í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki klassamunur á liðunum. Hálvleiksstøðan var 12-9 til okkara kvinnur. Beinanvegin í seinna hálvleiki runnu okkara kvinnur frá Tjaldur. Serliga vóru tað skjótálopini sum riggaðu væl, og var tað serliga Judith sum gjørdi um seg. Ferð eftir ferð streyk hon avstað, og var ósvitaliga avgjørd við sínum skotroyndum. Hon gjørdist eisini toppskjútti við 10 málum. Tað lá eisini væl fyri hjá Corinu í seinna hálvleiki. Hon gjørdi í alt 7 mál, og av hesum tey seks í seinna hálvleiki. Tá góðir 10 minuttir vóru eftir at leika var støðan 25-16 til okkara kvinnur. Seinastu løtuna skiftir venjari nógv út, og gav øllum leikarunum møguleikan. Tað hevði við sær, at Tjaldur fekk minkað eitt sindur um munin, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 29-23 til okkara kvinnur. Við sigrinum hava okkara kvinnur leikt seg í hálvfinaluna. Leikast skulu tvær hálvfinalur, ein heima og ein úti. Tær verða leiktar seinasta í januar, hvat mótstøðuliðið verða vita vit ikki enn. Kvinnurnar hjá okkum skulu ikki leika fleiri dystir í hesum árinum, og hava sostatt fingið jólafrí. Fyrsti dysturin í komandi ári verður móti VÍF á útivølli 8. januar. Øll lið hjá Stjørnuni verða biðin um at møta í KÍ-høllini fríggjadagin 16. des. kl. 18.00, har tikið verður ein felagsmynd. Fríggjadagin 16. des. er seinasta venjing hjá Stjørnuni nú fyri jól. Venjingarnar byrja aftur 2. januar 2012 Gleðilig jól øll somul vh Nevndin | Komandi dystur:
Stjørnan - VÍF
í KÍ-høllini Leygardagin 28. januar kl. 15:00 ÚrslitatænastanStøðan SunsetFelag dystir stig
Neistin 14 26 Stjørnan 14 20 VB 13 16 Kyndil 13 12 VÍF 13 11 StÍF 13 8 Tjaldur 14 1 GreinasavnJanuary 2012 BólkarHøvuðsstuðulAðrir stuðlar |

RSS Feed









