Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

2 stig við heim eftir stórsigur í Suðri

20/9/2022

Comments

 
Picture

Stjørnan hevur í dag verið suðuri í Vági og leikt ímóti VB. Úrslitið gjørdist ein greiður  38-24 sigur til Stjørnuna. Í hálvleikinum hevði Stjørnan eina leiðslu uppá 16-10.

Eftir at VB seinasta vikuskifti spældi ein javnan og spenndandi dysti ímóti Neistanum, sum Neistin tó vann við trimum málum, varð roknað við einum jøvnum dysti í dag, men stjørnukvinnurnar vildu tað ørvísi. Tað gekk javnt á fystu løtunu, men sum fyrri hálvleikur leið, tók Stjørnan leiðsluna, og kundi fara til hálvleiks við eini seksmáls leiðslu.

Gongdin var tann sama gjøgnum seinna hálvleik. Stjørnan økti støðugt um leiðsluna. Kreftirnar vístu seg at ganga undan hjá heimaliðnum, og tað gav Stjørnuni møguleikar til fleiri skjót mótálop. Serliga var tað samanspælið millum málverjan hjá Stjørnuni Ditte Sørensen og Tóru Eliasen sum riggaði væl. Ditte hevði nøkur sera neyv útkøst til Tóru sum var farin í skjótt mótálop, og skorari hon ferð eftir ferð. Eisini unga Bergit Svarvadal, sum spældi sín næsta dyst á besta liðnum, fekk okkurt mál uppá skjótt mótálop.

Stjørnan er nú á veg norður aftur við tveimum stigum í skjáttuni, og hevur nú fýra stig fyri tveir dysti. Ein góð byrjan uppá kappingaárið.
Grein: Norðlýsið

​Málini Fyri stjørnuna skoraðu: Jancy H. Jacobsen 6, Sonja S. á Bergi 1, Ella L. Samson 1, Birgit Svarvadal 2, Mina S. Henriksen 2, Tóra Eliasen 11, Ditte Sørensen 1, Joan Sørensen 2, Malene Madsen 4, Durita L. Johansen 4, Iuliia Nalivko 4, 

Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com