Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Karstin og Hartvig høvdu bláa kortið við til Klaksvíkar

14/9/2016

Comments

 
Heili 52 høvdu teknað seg til dómaraskeiðið við Karstin Joensen og Hartvig Joensen týskvøldið tann 13. september, sum var eitt grundskeið í hondbóltsreglunum.
Picture

Báa kortið nýtt í føroyskum hondbólti

Sum nakað nýtt er bláa kortið komið í føroyskum hondbólti. Á limafundi hjá HSF, hósdagin 25. august, varð samtykt at taka hendan regulin í brúk í Føroyum. Tá ein leikari fær reytt og eftirfylgjandi blátt kort, merkir hetta, at tað fylgir ein frágreiðing við, sum verður send til viðgerðar hjá aganevndini.
Picture
Picture
Nýggju reglar, sum einans eru galdandi í bestu deildini eru hesir:

  • Passivt spæl: Tá ávaringartekin er givið, hevur liðið í álopi seks avleveringar, innan tað skal avsluttast.
  • Blátt kort: Tá ein leikari fær reytt og eftirfylgjandi blátt kort, merkir hetta, at tað fylgir ein frágreiðing við, sum verður send til viðgerðar hjá aganevndini.
  • Seinasti hálvi minuttur: Eitt brot, sum verður sektað eftir hesi reglu, gevur reytt/blátt kort. Nú kann man ikki longur velja millum at fáa bóltin ella brotskast. Framyvir gevur eitt tílíkt brot altíð brotskast. Samstundis hevur IHF broytt tíðarskeiðið, frá at galda seinasta minuttinum av einum dysti til at galda seinastu 30 sekundunum.
  • Sjey móti seks: Til ber nú at spæla 7 móti 6, uttan at tann sjeyndi útispælarin skal hava vest yvir spælitroyggjuna. Hetta hevur við sær, at einhvør leikari kann renna út og skifta við málmannin. Hinvegin kann eingin útileikari renna inn í málteigin og verða málmaður, um liðið ikki nær at skifta málmannin innanftur. Fer eina útileikari inn í málteigin, gevur hetta automatiskt brotskast til mótstøðuliðið og kann eisini geva útvísing.

Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com