Gentur 14 hjá Stjørnuni luttaka í hesum døgum í stóru altjóða donsku hondbóltskappingini Droninglund Cup. Yvir 200 lið luttaka í kappingini. Soleiðis sum aldursbýtið er í kappingini, so luttaka stjørnugenturnar í bólkinum sum eitur gentur 16. T.v.s. at leikarnir á mótstøðuliðnum hjá okkara gentum í miðal er eitt eldri enn okkara gentur. Hóast tað, so hevur tað gingið hampuliga væl hjá okkara gentum. Innleiðandi dystirnir hava verið leiktir í gjár og í dag. Úrslitini hava lagað seg soleiðis, at tá okkara gentur í dag skuldu leika seinasta dystin í innleiðandi umfarinum, sum var ímóti einum eysturrískum liðum, var støðan tann, at tað liðið sum vann dystin kvalifiseraði til A-bólkin í endaspælinum.
Frá heimildarmanni okkara í Dronninglund frætta vit, at dysturin var sera javnur og spennandi, men tá avtorðnaði, vann eysturríska liðið 5-4. Sotatt blivu okkara gentur akkurát ov stuttar til at koma víðari til A-bólkin. Tær skulu sostatt spæla víðari í B-bólkinum, sum aftur er býttur í fýra innleiðandi bólkar við fýra liðum í hvørjum bólki. Stjørnugenturnar skulu í fyrsta umfari spæla tveir dystir í morgin, og ein dyst fríggjadagin. Tvey tey bestu liðini í hvørjum bólki koma víðari til ¼ -finalurnar. So má tíðin bara vísa, hvussu langt okkara gentur koma – Koyr á Stjørnan!! Annars lata tey heilsa og siga, at tey hava tað øll gott. Tey hava higartil havt ein sera góðan túr, har tey hava hugnað sær óført, og hava knýtt vinarbond við javnaldrar úr øðrum londum. |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|