Stjørnan

  • nýtt
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • nýtt
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Blivu ov stuttar

4/2/2018

Comments

 
Picture
Skrivað: Oliver Joensen, Norðlýsið:
Hóast greiðan sigur á StÍF, so rakk tað ikki til eitt hálvfinaupláss.

Tá Stjørnan í dag tók ímóti StÍF, var kravið, at tær skuldu innheinta 23 mál í mun til VB. Skuldi Stjørnan gera sær vónir um at náa hesum máli, so skuldi hjálp til frá Kyndil, sum skuldi leika ímóti VB.

Dysturin millum Kundil og VB, sum byrjaði ½ tíma áðrenn dysturin millum Stjørnun og StÍF, endaði við trý máls leiðslu til Kyndil. Sostatt var greitt, at Stjørnan skuldi vinna á StÍF við minimum 20 málum, men tað eyðnaist ikki, Stjørnan vann dystin 31-20, sostatt restaðu 9 mál í fyri at náa einum hálvfinaluplássi. Endaliga støðan í bólkiunum gjørdist, at Kyndil vann bólkin við 6 stigum, meðan VB og Stjørnan eru jøvn við 3 stigum, men VB fer víðari til hálvfinaluna við betri málmuni.

Gongdin í dystium var annars, at gekk javnt á stóran part av fyrra hálvleiki. Spælið hjá Stjørnuni var merk av nógvum mistøkum og brendum uppløgdum málmøguleikum, tað var ikki fyrren móti endandum av hálvleikinum at Stjørnan fekk ein greiða leiðslu. Hálvleiksstøðan var 14-9 til Stjørnuna.

Tað gekk betur hjá Stjørnuni at fáa mál í seinna hálvleiki, serliga eyðsýnd var Judith Dam Jacobsen á høgra vongi, sum við sínum átta málum gjørdist toppskjútti hjá heimaliðnum saman við Jancy Jacobsen, sum eisini skoraði 8 mál. Men at vinna dystin við 20 málum eyðnaist ikki. Endaliga úrslitið gjørdist, sum nevnt 31-20 til Stjørnuna.


Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: [email protected]