Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Eg visti ikki hvat eg kom til - men eg var væl móttikin

24/1/2018

Comments

 
Picture
NORÐLÝSIÐ NR. 2 – MIKUDAGIN 17. JANUAR 2018-01-31
 
Skrivað hevur: Oliver Joensen
 
Eg visti ikki hvat eg kom til
- men eg var væl móttikin

 
Tað sigur 56 ára gamli venjarin hjá Stjørnuni, Per Klarup. Eg var í veruleikanum komin á eitt vegamót í lívinum og hugsaði um nýggjar avbjóðingar, tá eg fekk áheitan frá Stjørnuni um at koma hendan vegin.
 
Sum sagt omanfyri, so eri eg ikki heilt ungur longur, men tó í góðum árum. Eg eri føddur í Holbæk, men familjan hjá mær býr í dag í Rørvik í norður vestur Sællandi. Eg eri giftur við Kirstin, ið er lærarinna og vit eiga trý børn saman. Tveir tilkomnir dreingir, ið eru tvillingar, annar lesur medisin og hin er liðugur at lesa Geografi og so er ein dóttir, ið arbeiðir sum pedagoghjálp.
 
Sjálvur havi eg eina útbúgving frá handilsskúla og innan harraklæðir, lærdi í einum klæðnahandli og var í 5 ár forrætninsbestýrari í einum sportshandli. Síðani var er í 13 ár í IT bransjuni har eg í byrjanini seldi teldfax og software. Felagið eg starvaðist í, eitur ídag Canon Danmark.
 
Men síðani 2000 havi eg havt egnan ítróttarhandil í Rørvik. Sum aðrir danir havi eg eisini verið inni sum hermaður.
 
Spælt hondbólt síðani eg var 12 ára gamalur
Síðani eg var 12 ára gamalur, havi eg leikt hondbólt. Haldi at eg havi havt góð evni til hesa ítróttina, tí eg havi í hvussu so er altíð spælt í bestu deildunum upp gjøgnum árini, sum ungdómsleikari. Tá eg var á U18 liðnum heima, var eg í unglingalandsliðshópinum. Í hondbóltsfelagnum Hjá Holbæk gekk framá tað tíðina eg spældi har og tað endaði við at eg bleiv úttikin til Danska landsliðið í Hondbólti. men tá var eg so óheppin at fáa ein krossbandskaða og var tí eitt ár úti frá hondbólti. Tá eri eg 25 ára gamal, byrjaði eg aftur í Holbæk árið eftir, men kom ikki á landsliðið. Fór til Keypmannahavnar at leika við Ajax tá og var har í trý ár í bestu deildini.
 
Tá ætlaði eg at gevast. Men júst tá kom felagið í Nykøbing eftir mær og vildi hava meg sum leikandi venjara. Byrjaði sum leikandi venjari har, sum 31 ára gamalur. Vit byrjaðu í sættu „rekkju“, sum tað eitur í Danmark og arbeiddu okkum upp í 2. división. Eg arbeiddi í Nykøbing í 13 ár.
 
Kvinnuhondbólturin í Holbæk var síðani arbeiðisplásið hjá mær í seks ár. Vit megnaðu at fara frá 2. división og upp í 1. división tey seks árini.
 
Tilvildin førdi meg til Stjørnuna
Áðrenn eg kom til Stjørnuna havi eg verið venjari hjá einum felag, ið eitur Trundholm og aftaná tað, Mørkov sum  leikti í 3. deild, har eg var í trý ár, til eg tók eitt „sabbatár“ frá hondbóltinum í 2015, til eg kom til Stjørnuna.
 
Hvussu eg kom til Stjørnuna? Ja, tað var av tilvild, sigur fryntligi og vinarligi Per Klarup, nú hann situr yvir av mær her á Norðlýsinum.
- Eg tosið tilfeldiga ein dag við vinmannin Flemming Oliver. Vit tosa leyst og fast um hondbólt, tá sigur hann, at hann hevur verið her uppi í Føroyum, sum venjari, og spyr um tað ikki var nakað fyri meg.

Tað visti eg nú ikki rættiliga, um tað var nakað fyri meg. So bleiv ikki meira um tað tá okkara millum.
 
Men Flemming Oliver hevur helst tosað við onkran her. Hvussu er og ikki og hvat hendir ímillum, tað veit eg ikki, men tað næsta sum hendir hjá mær, er at Una Váðklett vendir sær til mín, um eg havi áhuga um at koma at venja Stjørnuna, og tað næsta er at Jastrid Gullaksen ringir um tað sama. Nú gongur skjótt. Hetta er millum 15. og 20. august at vit tosa saman og eg komið til Klaksvíkar at undirskriva sáttmála 20. september. Sigast kann, at hetta var ein sera stutt umhugsunartíð eg gav mær sjálvum.
 
Heima við hús var tað soleiðis, at konan sigur við meg, tá eg sigi henni, at eg hevði fingið áheitan um at fara til Klaksvíkar sum venjari, at nú skuldi eg ikki siga nei, áðrenn vit høvdu umhugsað alt. Eg hevði nevniliga ár frammanundan fingið tilboð og áheitan úr Sveits, Noregi og ikki minst úr Team Esbjerg, har teir ætlaðu sær at hava professionellan hondbólt, har eg fekk tilboð um at vera leikandi venjari, men altíð hevði eg borið meg undan.
 
Nú skalt tú taka hin positiva hattin á høvdið, segði Kirstin, og lurta og vita hva tað er fyri nakað, tú kanst koma til.
 
Tað er tó synd at siga, at eg gjørdi nakað serligt kanningar arbeiði um hvat Stjørnan var fyri nakað. Í veruleikanum kannaði faktiskt onki tá eg fekk áheitanina. Bara út frá samrøðunum við tær báðar tók eg avgerðina. Eg helt, at tað ljóðaði áhugavert og spennandi, tað sum tær høvdu í kvittanum og í útgangsstøðinum hevði eg hug, tá eg hevði hugsað meg um at gera eina roynd.
 
Hugsaði eisini sum so, at eg kundi altíð fara til Føroyar og hyggja at umstøðunum og so taka endaliga støðu, tá eg var komin har. Var tað heilt gali, so kundi eg bara taka fyrsta flúgvara heim aftur.
 
Ovfarin av móttøkuni
Eg má siga, at eg var ovfarin av positiva háttinum, sum eg var móttikin upp á. Eg  kendi, at fólkini kring Stjørnuna høvdu hjartað á rætta stað, eisini, at tað ikki bert var áhugi, men eisini professionalisma, ið var aftanfyri og tað lokkaði meg.
 
Sigast skal, at eg kendi als onki til Stjørnuna. Eg hevði og havi ikki kanna nakað sum helst um fíggjarlig viðurskifti og annað um felagið. Men tað havi eg í veruleikanum heldur ikki gjørt við onnur feløg, sum eg eri farin í samstarv við. Eg havi jú altíð møguleikan at flýggja um viðurskiftini sýnast ómøgulig, longri er tað ikki, so eg skrivaði undir og fór í gongd við opnum sinni at venja allar deildirnar hjá Stjørnuni.
 
Mín stílur sum venjari
Um mín hátt at venja er at siga, at eg leggi stóran dent á trý høvuðsmál, sum eru at vit skulu hava tað stuttligt, skulu ansa eftir hvør øðrum og at tað eru venjarin/foreldrini, ið taka avgerðir (bestemma).
 
Afturat tí, so havi eg tann hugburð, at eg komi ikki til eitt nýtt felag við fleiri nýggjum leikarum. Ofta havi eg verið spurdur um, hvussu nógvar leikarar eg komið við, tá nýtt felag hevur verið eftir mær. Har havi eg sæð, at venjarar koma við nýggjum leikarum og tá so venjarin fer, so fara leikararnir eisini, og so fellur alt aftur á tað  gamla. Nei, eg ætli mær at gera eitt gott arbeiði við lokala tilfeinginum, gera spælararnar til betri ítróttarfólk og at læra tey at hugsa hondbólt tá tey spæla. Hetta er eitt holdspæl vit eru í holt við og tað ræður um at leikararnir hugsa og spæla bóltin rætt og flyta seg eftir tí støðu sum kemur upp í álopi ella verju, soleiðis at toymið gerst ein eind, sum samlað ger tað rætta fyri at fáa eitt gott úrslit.
 
Væl nøgdur við Stjørnuna
Síðani eg kom til Stjørnuna, havi eg arbeitt við tí tilfarinum, sum var og eg má siga at eg eri sera væl nøgdur. Limatalið er vaksið og ein góð tilgongd hevur verið til Stjørnuna og allar, sum leiktu við besta liðnum eru blivnar betur til hondbólt í dag. Mín hugsan er, at tá eg eri liðugur her, skal nakað gott liggja eftir meg.
 
Nakað, sum hevur verið eitt sindur trupult hjá mær frá byrjanini er at fáa afturljóð frá mínum spælarum, og tað er galdandi frá teim heilt smáu og upp í Hvonn-deildina.
 
Havi havt tað fatan, at genturnar hava hildið, serliga í byrjanini, at tað eri eg, sum skal siga teimum alt,  hvussu tær skulu renna, hvat tær skulu gera og nær tær skulu skjóta. Eg fekk ikki afturljóð frá teimum um hvat tær hildu. Tað eru tær blivnar nógv betur til í dag. Tað kann jú ikki verða nakað endamál við bert at renna eftir prinsippum. Tú mást hugsa hondbólt og taka støðu til hvat rættast er at gera í ymsum álops- og verjustøðum.
 
Gongur framá við úrslitunum
Um úrslitini í teim ymsum deildunum, sigur Per Klaup, venjari hjá Stjørnuni, at hann er sera væl nøgdur við gongdina. Vit eru í eini uppbyggingarfasu og tað hevur støðugt gingið framá. Í Vestmanna fingu vit eisini eitt herðaklapp hóast vit taptu dystin, har helt venjarin hjá VÍF, at eitt og hvørt hondbóltslið í Føroyum ikki longur kundi rokna við at vinna ein dyst í Klaksvík.
 
Við dystinum ímóti Stíf sunnudagin hava vit fingið 10 stig í Hvonndeildini og tað eru mong ár síðani, at Stjørnan megnaði tað, so tíðliga í kappingini. Vit eru komin longur við hondbóltsfatan og sum toymi. Eg meti, at vit eru á veg at koma á røttu kósina og hava fingið eitt hampuliga gott venjingarstøði innarbeitt. Á hesum seinasta økinum stóð illa til tá eg kom, men her hava vit vunnið nógv inn.
 
At vit hava fingið 10 stig, uttan at vit hava keypt leikarar, haldi eg er sera gott, tað er sami truppur at kalla, sum spældi í hvonndeildini seinasta kappingar ár. Takast skal eisini við, at vit hava mist Unu, Ellu, Hannu og Duritu orsakað av barnsburði, tað vóru teir royndu leikararnir hjá okkum, so jú, eg kann ikki siga annað enn at eg eri sera væl nøgdur við gongdina higar til.
 
Lat meg nú ikki gloyma at geva foreldrum, nevnd og hjálparfólkum eitt herðaklapp. Uttanumstøðurnar hjá okkum í Stjørnuni eru sera góðar og tað gevur okkum góðar møgu-leikar at fáa úrslit burturúr. Túrurin sum kvinnurnar fingu til Danmarkar eitt vikuskiftið og túrurin sum ungu genturnar fingu í Kalsoynni gera nógv meira fyri samanhaldið og samanspælið á liðnum enn vit geva okkum fær um.
 
Framtíðin
Tú spyrt um framtíðina. – Ja, í løtuni veit eg bert, at eg havi sáttmála við Stjørnuna til 31. mars í ár. Aftaná tað fari eg aftur til Danmarkar, sum støðan er beint nú.
 
Í landsliðshøpi havi eg eina avtalu við Hondbóltssambandið til mars mánaða og so eina avtalu um U00 til og við juli 2019, har eg skal koma til Føroya til landsliðssamlingar, sigur Per Klarup, venjari hjá Stjørnuni at enda.


Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com