Skrivað hevur: Norðlýsið Í dag hevði Stjørnan vitjan at uppflytarunum EB, og sum væntað, so bleiv tað til ein greiðan sigur til heimaliðið. Eftir hálvsleiksstøðuna 22-6, gjørdist endaliga úrslitið 40-14 til Stjørnuna. Liðini fylgdust fyrstu sjey minuttirnar, tá støðan var javleikur 3-3. Tað gingu heilir 11 minuttir, til EB fekk sítt fjórða mál, men hesa løtuna hevði Stjørnan skorað ellivu ferðir, og so var dysturin í verunleikanum avgjørdur. Við Duritu Ljósstein, Malene Madsen, Duritu C. Jojic og Tóru Eliasen hevur Stjørnan eina sera sterka verju, sum tað næstan var vónleyst hjá EB at spæla seg ígjøgnum. Hálvleiksstøðan var 22-6 til heimaliðið. Gongdin var tann saman gjøgnum allan seinna hálvleik, Stjørnan økti støðugt um leiðsluna, og endaliga úrslitið gjørdist ein greiður sigur uppá 40-14. Í mun til seinnu árini so hevur Stjørnan ein rættiliga breiðan hóp, og venjarin nýtti eisini møguleikan at geva flestu leikarnum rímiliga spælitíð. Hesa báðar fystu dystirna hevur Stjørnan vunnið greitt ímóti ávíkavist VB og EB, sum helst eru tey veikastu liðini. Men komandi leygardag, verður uppgávan ein onnur, tá tær skulu til Havnar at leika ímóti Kyndil. Málini hjá Sjørnuni skutu: Katrin 7, Durita J. 7, Tóra 6, Mina 5, Iulia 4, Malene 3, Durita L. 3, Joan 2, Jancy, Sonja og Tóra hvør sítt. Myndir: Norðlýsið |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|