Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Enn ein stórstigur til Stjørnuna

29/12/2021

Comments

 
Picture
Skrivað hevur: Norðlýsið
Við einum greiðum 39-19 sigri á H71 2 hava kvinnurnar hjá Stjørnuni so gott sum tryggjað sær pláss í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnunum. Men tær næstbestu hjá H71 vóru væl við stóran part av fyrra hálvleiki í dystinum í dag, men í seinna hálvleiki, megnaður tær ikki at fylgja við. Hálvleiksstøðan var 19-13 til Stjørnuna.

Í seinna hálvleiki kom meira ferð yvir spælið hjá Stjørnuni, samstundis sum at verjuparturin riggaði betur enn í fyrra hálvleiki. Sum seinni hálvleikur leið, økti Stjørnan støðugt um leiðsluna, og hetta gav venjaranum møguleika at skifta nógv út. Í seinna hálvleiki vóru tað serliga Oddvør Josephsen og Katrin Bertholdsen sum stóðu seg væl, har Oddvør við sína skjóta beinskifti bjóðaði verjuni hjá H71 av, og gav hetta møguleikar til fríspælingar til Katrin á vinstra vongi ella til strikuspælararan. Katrin gjørdist eisini toppskjútti hjá Stjørnuni við 13 málum. 
​                                                                                                                                              
Við sigrinum hava kvinnurnar hjá Stjørnuni so gott um tryggjað sær pláss í hálvfinaluni. Stjørnan hevur nú leikt allar tríggjar dystirnar í bólkaspælinum og hava 4 stig, og ein málmun uppá + 30 mál, og liggja í løtuni á fyrsta plássi. H71 1 hevur eisini 4 stig, men málmunurin hjá Stjørnuni er betur. H71 1 hevur ein dyst eftir at leika, hann er ímóti StÍF, og verður leiktur í Hoyvikshøllini í morgin. Møguleiki er hjá StÍF at innheita Stjørnuna, men so skulu tær vinna rættuliga nógv á bæði H71 og H71 2.
​
Málini hjá Stjørnuni í dagsins dysti skutu: Katrin Bertholdsen 13, Tóra Eliasen 5, Durita Jojic 4, Iulian Navliko 4, Joan Sørensen 3, Mina S. Henriksen, Oddvør Josephsen og Malene Madsen tvey mál hvør, Ella Samson, Sonja S. á Bergi og Durita Ljósstein eitt mál hvør
Myndir: Norðlýsið

Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com