Skrivað hevur: Norðlýsið Lagt var upp til ein spennandi dyst, tá Stjørnan og H71 brustu saman í KÍ-høllini í dag til dyst í bólkaspælinum í steypakappingini. Tað gekk ógvuliga javnt á allan fyrra hálvleik, men móti endanum av hálvleikinum dróg H71 frá, og kundi fara til hálvleiks við eini 3-máls leiðslu. Hálvleiksstøðan var 13-10 til H71. Sum seinni hálvleikur leið, hevði H71 hug at økja um leiðsluna. Tá 16 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, var støðan 21-15 til H71, og alt bendi á, at H71 skuldi fara avstað við sigrinum. Men stjørnuleikarnir góvu ikki upp, og næstu minuttir ótu tær seg støðugt inn á H71, og tá 26 minuttir vóru leiktir, var javnleikur 22-22, og høllin kókaði. Tá umleið ½ minuttur var eftir at leika, var støðan javnleikur 24-24, og Stjørnan fóru í álop, og hevði møguleika at avgera dystin, men tað eyðnaist ikki, í seinastu løtu fangaði Mari Weihe hjá H71 bóltin frá Stjørnuni, men tá var so lítil tíð eftir, at dysturin varð avblástur, áðrenn Maria kundi kasta bóltin í Stjørnumálið. Sostatt endaði hesin sera undirhaldandi dysturin við javnleiki 24-24. Eitt fantasikst comback av Stjørnuni. Enn hevur Stjørnan møguleika at leika seg í hálvfinaluna í steypakappingini. Komandi vikuskifti skulu tær til Vágs at leika ímóti VB. Vinna tær tann dystin, hava tær 3 stig, tað sama sum H71 hevur. H71 skal komandi vikuskifti leika ímóti Neistanum. Hondbóltssambandið hevur enn ikki tikið støðu til klaguna frá Stjørnuni í samband við dystin ímóti Neistanum seinasta vikuskifti. Spennandi verður at hoyra, hvørja niðurstøðu HSF kemur til klaguna, har Stjørnan metur, at dómararnir gjørdu ein fundamentalan feil, við at døma brotskast til Neistan í seinastsu sekundunum. Málini hjá Stjørnuni í dystinum í dag skoraðu: Juliana Nalviko 10, Katrin Bertholdsen 7, Tóra Eliasen 2, Ella Samson, Sonja Sirdal, Óluva Joensen og Joan Sørensen hvør sítt. |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|