Okkara kvinnur vóru ótrúliga raskar, tá tær í gjár bastu Neistanum í fyrstu fm-finalnuni. Tað man hevur hoyrt undan fm-finalunum er, at Neistin hevur verið mettur sum favorittur til at vinna fm. Men okkara kvinnu vildu tað ørvísi. Tær vóru ótruliga uppsetar frá fyrsta bríksli av. Tær stríddurs manniliga bæði í verju og álopi. At Barbaru Brauer so meistarliga bleiv tikin út úr spælinum hjá Neistanum, tók broddin úr neistaliðnum. Durita Christoffersen sum koma “flúgvandi” á vøllin gjørdi góðan mun. Annars var talan um eitt liðavrik, har stórtsæð allara leiktu upp til sítt besta.
Dysturin ótrúliga undirhaldandi og spennandi, men tá samanumkom, drógu okkara kvinnur logra stráið, og vunnu uppiborið 22-21. Ein fantastiskur sigur. Nú er bara at gera arbeiðið liðugt skírishósdag, tá næsta fm-finalan verður leikt í KÍ-høllini. Fara tit á vøllin skírishósdag við sama vilja og trúgv uppá at tit vinna, sum tit vistu í dag, skal tað nok ganga. Koyr á Stjørnan!! |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|