Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Framgongd og gott kappingarár fyri gentur 12

14/4/2019

Comments

 
Picture
Kappingin fyri gentur 12 er nú at enda og sigast kann, at tað hevur verið sera stór framgongd hjá hesum aldursbólkinum. Ikki hava genturnar vant leingi hondbólt, men hava møtt sera væl upp til venjing og verið sera raskar til dyst. Saman við venjarunum Per Klarup, Egil Johansen og Jettu Svøðstein, hava tær ment seg dúgligani og hevur kappingarárið verið sera spennandi fyri stjørnugenturnar.
Picture
Stjørnan g12 vunnu B-steypakappingina 2019.
Picture
Stjørnan a leikti í b-bólkinum og endaðu á 4 plássi við heili 20 stigum. Stjørnugenturnar komu ikki væl frá byrjan av kappingarárinum, men sum kappingin frá leið tóku stjørnugenturnar seg meira og meira fram og sást á úrslitunum at serligani var tað í seinnu helvt, at stjørnugenturnar ordiligani funnu stevið og tá verjuspælið eisini bleiv arbeitt meira við, sást beinaveg á dystunum at stjørnugenturnar hava nógv at bjóða.
 
Ein sera góð kapping fyri gentur 12, sum serligani í steypakappingini gjørdu seg galdandi við at vinna b-steypakappingina.
Picture
Stjørnan b leikti í c-bólkinum og endaði á 5 plássi við 12 stigum.

Sigast kann um kappingina, at stjørnugenturnar høvdu tunga byrjan, men sum frá leið gjøgnum kappingarárið tóku tær seg alsamt meir og meir inn á hini liðini og spældi fleiri sera javnar dystir, sum kundi farið báðar vegir.
Picture
Venjingarnar hava verið gevandi og stuttligar og eisini hevur verið sera gott samstarv millum Stjørnuna og Team Klaksvík í hesum aldursbólki. Venjararnir hava skipað fyri dystarvenjing millum feløgini bæði, har høllin hevur verið pakkað við ungum áskoðarum og stemningurin hevur verið høvur í høllini, meðan hesi bæði liðini hava spælt og sera hart hevur leikað á. Omanfyri er ein felagsmynd tikin eftir venjingardyst milllum Stjørnan g12 og Team Klaksvík d12.

Eisini hava genturnar hjálp sera væl til í felagsarbeiðnum hjá felagnum og ivast vit onga løtu í, at vit koma at síggja meira til fleiri av hesum leikarunum í framtíðini.

Vit ynskja at takka tykkum venjarum og leikarum fyri eitt gott kappingarár!
 
Drívið á gentur, eftir er nógv at læra, so vit síggjast komandi kappingarár!

Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com