Sunnudagin fáa okkara kvinnur vitjan av føroyameistarunum úr Neistanum. Tað onki at ivast í, at talan verður um eina trupla uppgávu hjá okkara kvinnum, nú liðið er so nógv broytt í mun til seinasta kappingaár, men vónirnar eru góðar. Dysturin móti VB seinasta vikuskifti gav ábendingar um, at tað nok verður á góðari leið, sum frálíður. Sum vit hava skilt, so verður onkur av leikarunum, sum ikki var tøkur til dystin í Vági, við móti Neistanum.
Hóast nógv orka er løgd í at fáa spæliloyið hjá Corinum og arbeiðsloyvið hjá venjaranum uppá pláss, so mugu vit tíverri staðfesta, at hetta er ikki eyðnast. “Systemið” er ógvuliga tungt at koma ígjøgnum. At hesi viðurskiftir ikki eru komin uppá pláss merkir, at Corina ikki kann leika við, og at venjarin ikki hevur loyvi at sita á útskiftingarbonkinum og stýra liðnum. Vit vóna viðhaldsfólk okkara møta fjøllment fyri at stuðla okkara liðið. Dysturin byrjar kl. 15:00. |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|