Í samband við at Team Klaksvík fyllur 10 ár, kemur Joachim Boldsen at hava fyrilestur í skúlanum á Skúlatrøð leygardagin 12. novembur. Um Fyrilesturin Við útgangsstøði í sínum upplivingum innan professionellan ítrótt, fer Joachim at greiða frá um motivatión, arbeiðspress, upp-/niðurtúrar í yrkisleiðini, og ymiskar skemtiligar og áhugaverdar anekdotir um sínar upplivingar gjøgnum lívleiðina. Um Joachim Boldsen Joachim Boldsen er helst ein av teimum bestu og fólkakærasti hondbóltsleikarin ið Danmark nakrantíð hevur havt. Sum hondbóltsleikari var hann ein partur av upptúrinum hjá tí danska hondbóltslandsliðinum ígjøgnum tey seinastu 10 árini, ið m.a. viðførdi EM meistaraheiti í 2008. Hann hevur spælt 8 ár í Týsklandi, 1 ár í Spanien, og kann m.a. vísa á fylgjandi viðurkenningar: Spanskur steypavinnari 2009, Týskur meistari í 2004, EM Bronzu 2002, 2004 og 2006, HM Bronzu í 2007, Týskur steypavinnari í 2003, 2004, 2005, Danskur meistari og steypavinnari í 1998, ungdómsheimsmeistari í 1997, og ungdómsevropameistari í 1996.Joachim gavst á landsliðnum eftir OL 2008 í Bejing, aftaná 186 dystir á landsliðnum. Við einum málrættaðum fokus, eini eldsál og einum tvørligum sinni við, hevur Joachim lagt eina fantastiska hondbóltsyrkisleið afturum seg, og kann um nakar tosa um hvussu mann røkkir sínum og málum, og arbeiðir fyri sínum dreymum. |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|