Týsdagin 1. november leikti Gentur 14 í Klaksvík har Stjørnan tók ímóti Kyndil. Stjørnan spældi sera væl og løgdu seg á dystin, har hálvleiksstøðan gjørdist 8-5 til Stjørnuna. Í seinna hálvleiki gjørdist spælið meira javn og megnaðu Kyndlagenturnar at spæla seg heilt upp til Stjørnugenturnar. Dysturin endaði 12-10 til Stjørnuna og hevur Stjørnan nú 6 stig. Óluva A. Joensen gjørdis toppskjútti við 4 málum og Maria Biskopstø skoraði 3 mál fyri Stjørnuna. Fyri Kyndil var tað Natasja Hammar sum gjørdist toppskjútti við heili 6 málum. Fyri Stjørnuna leiktu: Birita Ryan, Sára Bertholdsen, Bergit Svarvadal, Aimi á Lakjuni, Andreea Eyðunsdóttir, Maria Biskopstø, Barbara Eysturdal, Lena Maria Joensen, Óluva A. Joensen og Ranvá K. Hansen. |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|