Fríggjadagin 3. november fóru 22 ungar stjørnugjentur í aldrinum 11 og 12 ár á útferð til Mikladal á Kalsoynni. Leingi hevur verið tosað um hendan túrin og við hjálp frá góðum foreldrum, gjørdist hesin túrurin endiliga veruleiki og vóru genturnar sera spentar og lagið var gott tá farið varð umborð á SAM. Á Syðradali bíðaði fryntligi busførarin eftir at føra genturnar til Mikladals og júst sum genturnar komu til Mikladals og fingu innkvarterað seg í Avhalshúsinum við sera góðum umstøðum til bólkaferðir og at hava kannað hvørt rúm í húsinum var eingin tíð at spilla burtur, men farið var í holt við skránna. Maria úr Mikladali bíðaði tolin í túnum eftir at stjørnugenturnar høvdu fingið soviposar og alt uppá pláss fyri at byrja rundtúrin í Mikladali. Maria greiddi gentunum frá um Marjunar hav, um Páll Fanga og Kópakonuna og vitja var í smiðjuni í Norðnástovu, vatnhjálið bleiv dúgligani kannað, vitja varð við Mylluna og hugt varð eftir kistuni hjá Kópakonuni. Maria dugdi so avbera væl at siga frá og nógvir spurningar vóru á lofti til Mariu. Eftir góða túrin var nú tíð at fáa okkurt niður í búkin og her høvdu kokkarnir góða lasagnu at borðreiða í Avhaldshúsinum við onkrum góðum omaná. Myrkrið hevði nú snýkt seg yvir bygdina og tíð var til postarenning, sum var sera væl fyriskipað av foreldrum at gentum 12. Genturnar vóru deildar upp í 2 bólkar, og við einans hvør sínari lummalykt skuldu tær finna útav at gera avbjóðingarnar á hvørjum posti, sum vóru spreiddir runt alla bygdina. Heilt oman í fjøruna og so heilt út til rulliportrið, niðan í pantansjuna, sum sigast skal vera sera avbjóðandi fyri 11-12 ára gomlum gentum eftir mongum huldusøgum og so í myrkri. Men genturnar kláraðu seg sera væl og við hjálp frá hvørjari aðrari megnaðu tær at gera allar avbjóðingarnar og nógv varð grinið og fjasað eisini. Frá bygdafólkunum hoyrdu vit dagin eftir at tað var sera hugnaligt at síggja so nógv lív í bygdini, við ljósglæmum og fnisandum gentum langt út á kvøldi. So var tíð til hugna í Avhalshúsinum, við sjeikapráti, kortspæli og ikki minst náttarhondbólti í kjallaranum í náttklæðum. Songartíð og ikki varð nógv sovið, men mundi klokkan nokk gerast 5 áðrenn tað tagnaði í Avhalshúsinum fyri síðani at fara upp kl. 7 leygarmorgunin til morgunmat og ein túr oman at vitja Kópakonuna, sum tosað var so nógv um, at síggja hana í dagsljósi, var sanniligani ein vøkur sjón. Myndatøkur, tíð til selfies og fnis….ja nú var tíðin komin at ferðast heimaaftur til okkara kæru foreldur. Stjørnan ynskir at takka tykkum foreldur, ið vóru við á túrinum og tykkum, ið løgdu túrin so væl til rættis. Hetta verður óiva ein túrur, genturnar fara at tosa nógv um í vetur bæði til venjing og til dyst og er hetta eisini ein sera týðandi partur av ítróttinum, nevnligani samanhald, vinskapur og upplivingar, sum okkara ungu kunnu hava við sær alt lívið. Okkara vón er, at eisini aðrir aldurbólkar kunnu sleppa á slíkan túr gjøgnum veturin, og hesin túrurin hevur givið okkum sannføring um at tað er umráðandi at skipa fyri slíkum túrum. Nógv er broytt innan ítróttin seinastu árini og síðan vanligt er at fara í hvør sínum bili til dystir og kappingar, er meira torført at fáa felagsskapin við í felagnum og slíkir túrar gera tað møguligt at vera saman og samastundis hava spæl við og koma at kenna hvønn annan og soleiðis knýta vinarbond. Takk fyri øll somul:) |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|