Næstseinasta vikuskifti vórðu finalurnar í steypakappingini í øllum deildum avgreiddar. Tey vaksnu leiktu leygardagin og tey yngru sunnudagin.Gentur 14 hjá okkum høvdu leikt seg í steypafinaluna, har mótstøðuliðið var Kyndil. Sum áður nevnt, so varð nógv gjørt burturúr, eisini tá tey yngru liðini leiktu. Eins og hjá teimum vakstu, blivu finalurnar leiktar í Høllini á Hálsi. Leikt var á serligum undirlagi, leikarnir blivu presenteraðir, og okkara bestu dómarapør dømdu dystirnar. Høllin var fullsett við áskoðarum. Sigast skal beinanvegin, at tað gekk onki serligt hjá okkara gentum, úrslitið var ein greiður sigur til Kyndil. Okkara gentur hava ongantíð áður leikt undir slíkum umstøðum, og vóru tær tíðilgt merktar av hesum. Tær vóru rættiliga nervøsar, og brendu upplagdar málmøguleikar, men Kyndil var betra liðið og vann 18-5. Tað hevði so við sær, at okkara gentur fingu silvurheiðursmerkir hongd um hálsin eftir dystin. Hjartaliga tillukku við tí. Sjálvandi vóru okkara gentur ógvuliga keddar eftir dystin, men at spæla seg í steypafinaluna er gott í sær sjálvum. Genturnar hava víst stóra framgongd í vetur, so nú er bara at hanga í, tí møguleikarnir at fáa heiðursmerkir í landskappingini eru góðir. Tær liggja í løtuni á øðrum plássi við 10 stigum fyri 7 dystir. Kyndil er á odda við 16 stigum fyri 8 dystir, og á triðja plássi er Neistin 6 stigur fyri 8 dystir. Myndir: Anton Højgaard |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|