Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Gentur 14 til Dronninglund Cup

5/6/2012

Comments

 
Picture
Í døgunum 9.-14. juli skulu gentur 14 hjá Stjørnuni luttaka í Dronninglund Cup, sum er størsta internationala hondbóltskapping í Danmark fyri ungdómslið. Í ár eru umleið 200 lið tilmeldaði og umboða tey 18 lond.

Á Dronninglund Cup verður dentur lagdur á felagsskap, trivna og tryggleika. Umframt hondbólt eru nógvir aktivitetir á skránni, so lagt er upp nakrar spennandi og góðar hondbóltsdagar í Dronninglund.

Tað var á einum fundi við foreldrini hjá gentum 14 í vetur, at tosað varð um at geva gentunum eina gularót at arbeiða fram ímóti. Avgerð varð tikin um, at skipa fyri einum uttanlanda hondbóltstúri.

Ein foreldrabólkur varð settur at arbeiða víðari við málinum. Við Anton K. Højgaard sum primus motor varð farið til verka, og tað var skjótt, at avgerð varð tikin um, at genturnar skuldu luttaka á Dronninglund Cup 2012.

Síðani hevur verið arbeitt miðvíst. Ein tann størsta uppgávan hevur verið at útvega pening.Ymisk tiltøk hava verið fyriskipaði, og hevur tað gingið gott, og fyriskiparnir vilja við hesum takka øllum, sum stuðlað hava.

Í ferðalagnum, sum fer úr Føroyum við Norrønu 6. juli verða 12 leikarar og 5 foreldur/leiðarar. Tey verða heima aftur 16 juli.

Heimasíðan hjá Stjørnuni ynskir gentunum ein góðan og læruríkan túr.

Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com