Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Gentur 17 føroyameistari

8/4/2017

Comments

 
Picture
Við einum 20-16 sigri á Neistanum tryggjaðu okkara G17 sær í dag fm-heitið

Lagt varð upp til eina sanna finalu, tá oddaliðini hjá G17 Stjørnan og Neistin hittust í KÍ-høllini á seinasta leikdegnum. Støðan undan dystinum var tann, at Neistin lá á odda við 21 stigum, meðan okkara gentur á øðrum plássi høvdu 20 stig. Skuldi okkara gentur gera sær vónir um at vinna meistaraheitið, skuldi dysturin vinnast, meðan Neistin kundi klára seg við einum javnleiki.

Okkara gentur komu betur frá byrjan, og fingu eina leiðslu uppá 3-4 mál, og hesa leiðsluna hildu tær til hálvleiks. Hálvleiksstøðan var 11-8 til Stjørnuna.

Fyrstu løtuna í seinna hálvleiki fyldust liðini, men so kom stíður í málskjótingina hjá okkara gentum. Fleiri upplagdir málmøguleikar blivu misnýttir, og spakuliga minkaði munurin millum liðini. Tað eini løtu stóð á jøvnum, og rættiligur spennigur var í dystinum. Men nærri enn einum javnleiki kom Neistin ikki. Næstu løtuna lá betur fyri hjá okkara røsku gentum at fáa mál, og sást tað á øllum brøgdum, at tær vildu vinna dystin, tær stíddust fyri  hvørjum bólti, og tað bar á mál. Endaliga úrslitið gjørdist ein fult uppiborin 20-16 sigur til okkara gentur, og meistarheitið var í hús. Tað vóru nakrar ovurfegnar stjørnugentur sum dansaðu sigurdans, tá dysturin bleiv avblástur.

Málini hjá Stjørnuni skutu: Tóra Eliasen 8, Katrin Bertholsen 5, Monika P. Jacobsen 3, Sonja Sirdal 2, Miriam Bethuelsedóttir 1 og Poulina Fuglø 1

Vit ynskja okkara røsku ”stjørnum” hjartaliga tillukku við meistaraheitinum.


Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com