Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Gentur 17 vunnu alt ídag

29/10/2016

Comments

 
Picture
Glaðar G17 Stjørnan b, í Stjørnuhølunum eftir dystin
Picture
Og glaðar G17 Stjørnan a í umklæðingarrúminum eftir dystin

Stjørnan b

Stjørnan b tóku í móti StÍF/Tjaldur í Klaksvík ídag og vunnu tær ein tryggan siður 18-14, har hálvleiksstøðan var 10-4 til Stjørnuna.

Stjørnan var frammanfyri allan dystin og gjørdist Oddvør Josephsen toppskjútti við heili 8 málum. Tær, ið leiktu við Stjørnuni ídag vóru hesar: Maria Lydersen, Victoria á Lakjuni, Oddvør Josephsen, Joan Sørensen, Tóra Norðá, Sofía Ziskason, Bjørk Clementsen, Petra Mørkerø, Vár Heimustovu og Malan Ragnarsson.



Stjørnan a

Stjørnan a tóku í móti VÍF, sum fyri stuttum vunnu nógv á b-liðnum hjá Stjørnuni og spennandi var at vita um a-liðið kundi vinna á VÍF.

Stjørnugenturnar løgdu seg á dystin beinavegin og gjørdist hálvleiksstøðan 16-8 til Stjørnuna. Í seinna hálvleiki gekk spælið hjá Stjørnuni sera væl og vunnu tær dystin 29-20.

Gleðiligt var at síggja at Stjørnan hveði fleiri málskjúttar í dystinum, Sonja Sirdal gjørdist toppskjútti við 7 málum, Katrin Bertholdsen 6 mál og Miriam Bethuelsdóttir 5 mál.

Tær, ið leiktu við Stjørnuni ídag vóru hesar: Durita Rodmundsdóttir, Sonja Lava Sirdal, Paulina Fuglø, Katrin Bertholdsen, Julia Høgnesen, Monika Jacobsen, Rutt Jacobsen, Miriam Bethuelsdóttir, Emma Jespersen og Marið Heimustovu.

Spennandi verður at fylgja hesum gentunum í bæði a- og b-liðnum hetta kappingarárið og í dag fingu vit í Stjørnuni góðar framtíðarvónir. Ein góður dagur í høllini. Koyr á Stjørnan

Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com