Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Gott vikuskifti í steypakappingini hjá ungru deildunum

22/1/2018

Comments

 
Picture
Picture
Leygardagin vóru fleiri dystir í yngru deildunum í Steypakappingini og her gekk bara væl hjá Stjørnuni.

G16 leiktu hálvfinaluumfar í Vestmanna leygardagin, har Stjørnan tapti hálvfinaluna móti H71 við einum máli, 18-17. Dysturin var sera javnur og fylgdust liðini allan dystin. Seinni sama dag leiktu tær so bronsudystin móti VÍF og tapti eisini her eftir einum sera spennandi dysti við einum máli 10-9.

Picture
Gentur 12 leikti í Hoyvíkshøllini, eisini í Steypakappingini, og har gekk betri. Stjørnan leikti fyrst hálvfinaluna móti VB, har Stjørnan vann 11-8. Seinni leiktu tær b-finaluna móti EB har tær taptu eftir góðum dysti 12-7 og gjørdust sostatt nr. 2 í b-bólkinum.

Vit ynskja G12 hjartaliga til lukku við góða úrslitinum!

Picture
Kapping var eisini leygardagin fyri U8 /U6, har Stjørnan hevði eitt lið við í U8. Kappingin var í Gundadalshøllini og leikt vóru heili 4 dystir hendan dagin. Tá kappingarnar eru fyri U8 verður ikki talt mál og úrslit er ikki umráðandi, men fokus verður sett á at læra børnini at spæla hondbólt.

Stjørnan kláraði allar sínar dystir og sást nú týðiligani, at vit hava vant nakað og børnini kláraðu seg sera væl. Vónandi eru tað fleiri, ið koma at venja hondbólt í hesum aldrinum og venja vit hvønn mánadag kl. 14. Ikki er neyðugt at tilmelda seg, men bara at koma í høllina og vit taka væl ímóti.

Alt í alt eitt sera gott vikuskifti í yngru deildunum:)

Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com