Við einum greiðum sigri uppá 27-21 á H71 varveita kvinnurnar hjá Stjørnuni møguleikan at koma víðari í steypakappingi. Stjørnan var favorittur til at vinna dystin. Hóast munurin ikki var tann stóri í fyrra hálvleiki, so hevði Stjørnan alla tíðina tamarhald á dystinum. Hálvleiksstøðan var 11-8 til Stjørnuna. Tað var skjótt í seinna hálvleiki, at Stjørnan økti um leiðsluna, og tá hálvleikurin var hálvrunnin, var støðan 20-13 til Stjørnuna. Eitt skifti hevði Stjørnan eina leiðslu uppá 10 mál. Seinastu løtuna skifti venjarin hjá Stjørnuni nógv út, og gav fleiri ungum leikarum møguleikan, og stóðu teir seg væl. Serliga 17 ára gamla Monika P. Jacobsen kom væl frá dystinum. Teir seinstu 10 minuttir hon var á vøllinum, eydnaðist tað henni at skora 4 mál. H71 fekk minakað nakað um munin seinastu løtuna, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist ein 27-21 sigur til Stjørnuna. Við sigrinum hevur Stjørnan framvegis møguleikar at leika seg fjóðringsfianluna í steypakappingini. Tann avgrerðin fellur í Vági komandi sunnudag, tá VB tekur móti Stjørnuni. Liðið sum vinnur dystir, kemur í fjóðringsfianluna. Málini hjá Stjørunini skutu: Tóra Eliasen, Judith Dam Jacobsen, Jancy Jacobsen og Monika P. Jacobsen 4 mál hvør, Ella Petersen 3 og Hanna Brandal, Hervør Olsen, Una Váðklett og Jórun Nielsen 2 hvør. Málini hjá H71 skutu: Fía E. Hoydal 8, Turid Toftum, Marita Mortesen 4 og Maria Ingolfsdóttir 2 mál hvør, og Katrin V. Højsted, Guðri á Borg og Sanna S. Gunnarstein 1 mál hvør. Myndir: Norðlýsið |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|