Tað var ongantíð nakar ivi um, hvat betra liðið var, tá Stjørnan og H71 hittust í KÍ-høllini í kvøld. Stjørnan legði hart út. Tá leiktir vóru 10 min. var støðan 6-1 til Stjørnuna, og hesa leiðsluna hevði Stjørnan stóran part av øllum fyrra hálvleiki. Hávleiksstøðan var 16-9 til Stjørnuna. Grundarlagið fyri góðu gongdini hjá Stjørnuni av lagt við eini væl skipaðari verju, sum gav Stjørnuni møguleikar til fleiri skjót mótálop. Tað gekk javnari á gjøgnum seinna hálvleik, har skiftust um at skora. Eitt sindur av spenningi komi í, tá umleið 20 min. vóru leiktir. Munurin var tá minkaður til fýra mál, men nærri kom H71 ikki. Endaliga úrslitið gjørdist ein greiður og kærmin sigur til Stjørununa uppá 28-20. Við sigrinum er Stjørnan komin ájvnt við H71 á fimta plássi við 6 stigum. Málini hjá Stjørnuni skutu: Tóra Eliasen 9, Mina Sirdal 7, Jancy Jacobsen 5, Judith Dam Jacobsen 3, Sonja Sirdal 2, Jórun Nielsen og Kristina Poulsen 1 |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|