Greiður sigur á Tjaldur Tað var ógvuliga umráðandi hjá okkara kvinnum at vinna á Tjaldur í dag. Dysturin var ikki gamal, tá man fekk ábendingar um, at okkara kvinnur vóru betur fyri enn mótstøðuliðið. Bæði liðini hava mist fleiri av stuðulsleikarunum frá seinasta kappingarári, men missurin var serliga sjónskur hjá Tjaldur. Adina var einasta verunliga hóttanin á liðnum.
Serliga fyrri hálvleikur var góður hjá okkara kvinnum. Leikarnir fluttu seg væl fyri hvørjum øðrum, og fingu tær fleiri væl gjøgnumspæld mál. Hetta var fyrsti dysturin hjá okkara nýggja leikara Corina Demetreca, og kom hon bara væl frá uppgávuni. Enn manglar nakað í, til hon spæld rættiliga inn á liðið. Vit ivast í, at tað verður betur, so hvørt sum kappingin líður. Eftir at hava verið á odda 21-6 í hálvleikinum, tóku okkara kvinnur sær eitt sindur meira av løttum í seinna hálvleiki. Hetta hevði sær, at Tjaldur kom meira við í dystin, men leiðslan, sum okkara kvinnur høvdu vunnið í fyrra hálvleiki, varð ongantíð hótt. Endaliga úrslitið gjørdist ein greiður sigur til okkara kvinnur uppá 35-18. |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|