Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

H71 kvinnurnar vunnu fyrstu hálvfinaluna

23/3/2022

Comments

 
Picture
Skrivað hevur: Norðlýsið
Hóast H71 kvinnurnar vunnu fyrstu hálvfinaluna 32-26 á Stjørnuni í kvøld, so er onki avgjørt enn. Sunnudagin verður næsta hálvfinalan leikt í Hoyvíkshøllini, og megnar Stjørnan at vinna tann dystin, skal ein triðja hálvfinala leikast, málmunurin hevur onki at siga
.                                                                             
Leikliga var ikki so stórur munurin á liðunum, tað sum serliga kostaði Stjørnuni dýrt, vóru misnýttir upplagdir málmøguleikar og mistøk sum gjørd vóru í álopsspælinum, og sum í fleiri førum blivu straffaði við skjótum mótálpum frá H71.
                                                                                                                                           
Fyri einum lítlum mánaði síðani fekk Tóra Eliasen, sum ein av berandi kreftunum á Stjørnuliðnum, skaða í knæðið. Skaðin hevur gjørt, at Tóra ikki hevur kunnað vænt og leikt í tríggjar vikur. Hon var bert við í løtum í kvøld, og tað merktist á spælinum hjá Stjørnuni .
​                                                                             
Okkara metan er, at tað avgjørt er møguligt hjá Stjørnuni at vinna næstu hálvfinaluna, men fyrsta treytin er, at fáa minkað um mistøkini, og so vænta vit, at Tóra kann koma at hava ein størri leiklut í í tí dystinum.  
         
Á stjørnuleðnum var Durita C. Jojic greitt besti spælarin í kvøld bæði í verju og álopi. Hon gjørdist eisini toppskjútti hjá Stjørnuni við 12 málum. 

​
Myndir: Norðlýsið

Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com