Við einum greiðum 29-23 sigri á Tjaldur í kvøld hava okkara kvinnur leikt seg í hálvfinaluna í steypakappingini. Tað gekk nøkulunda javnt á í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki klassamunur á liðunum. Hálvleiksstøðan var 12-9 til okkara kvinnur.
Beinanvegin í seinna hálvleiki runnu okkara kvinnur frá Tjaldur. Serliga vóru tað skjótálopini sum riggaðu væl, og var tað serliga Judith sum gjørdi um seg. Ferð eftir ferð streyk hon avstað, og var ósvitaliga avgjørd við sínum skotroyndum. Hon gjørdist eisini toppskjútti við 10 málum. Tað lá eisini væl fyri hjá Corinu í seinna hálvleiki. Hon gjørdi í alt 7 mál, og av hesum tey seks í seinna hálvleiki. Tá góðir 10 minuttir vóru eftir at leika var støðan 25-16 til okkara kvinnur. Seinastu løtuna skiftir venjari nógv út, og gav øllum leikarunum møguleikan. Tað hevði við sær, at Tjaldur fekk minkað eitt sindur um munin, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 29-23 til okkara kvinnur. Við sigrinum hava okkara kvinnur leikt seg í hálvfinaluna. Leikast skulu tvær hálvfinalur, ein heima og ein úti. Tær verða leiktar seinasta í januar, hvat mótstøðuliðið verða vita vit ikki enn. Kvinnurnar hjá okkum skulu ikki leika fleiri dystir í hesum árinum, og hava sostatt fingið jólafrí. Fyrsti dysturin í komandi ári verður móti VÍF á útivølli 8. januar. |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|