Norðlýsið skrivar: Petur Mittún, hondbóltsmennari, letur væl at støðinum og umstøðunum hjá ungu hondbóltsleikarunum, sum í dag vandu í Klaksvík. Fyrr í ár setti HSF Petur Mittún sum hondbóltsmennara. Hann hevur ábyrgdina av, at menna støðið hjá ungu hondbólsleikarunum í Føroyum. Ein liður í hesum er leikaramenning, har leikarar úr øllum landinum samlast og fáa góðar venjingar saman. Í dag vóru U12 og U13 leikararnir úr øllum landinum í Klaksvík og Petur letur væl at bæði leikarunum og umstøðunum. - Tað var hugaligt at vera til hesar venjingar, tí tað sær ordiliga gott út við hondbóltinum í løtuni. Leikaramenningin er fyri leikarar, sum feløgini hava viðmælt eru egnaðir til hetta, og tí eru tað teir bestu leikararnir. Men hetta eru ikki landslið, tað er umráðandi at undirstrikað. Vit hava havt - leystliga roknað - eini 200 leikarar tilsamans til venjingar í dag og í gjár, tá U14 árgangurin var á Eiði. Vit hava valt at sett teir útlendsku venjararnar í føroyskum hondbólti at taka sær av ymisku árgangunum. Teir eru dugnaligir venjarar, og so hava vit føroyingar, sum eru hjálparvenjarar og vónandi uppá tann mátan fáa íblástur og betri førleikar. Fleiri av føroyingunum eru frammanundan venjarar hjá eldru landsliðunum. Málið er at fáa betri útbúnar venjarar og harvið hækka støðið fyri venjarar og leikarar, sigur Petur Mittún við Norðlýsið. - Vit hava góðar leikarar og flestu feløgini eru væl fyri. Taka vit t.d. í Klaksvík, so skilji eg á lagnum, at Stjørnan hevur sett ein sera dugnaligan venjara, meðan Team Klaksvík hevði fleiri leikarar við. So tað sær spennandi út, sigur Petur. Hann sigur eisini, at HSF í løtuni er í gongd við at menna ein føroyskan leist fyri føroyskan hondbólt. - HSF er í gongd við at menna tað sum vit kalla ein føroyskan leist. Har verður lýst, hvat fyri leikarar vit vilja hava í føroyskum hondbólti. Tí tað er givið, at vit mugu leggja dent á ymisk viðurskiftir, har vit m.a. ikki hava so høgar leikarar, og tí mugu satsa meir uppá m.a. gott verju- og kontraspæl. Taktiskt halta vit nakað, so tað er eitt fokus punkt, sigur Petur Mittún. Hann leggur afturat, at seinni í vetur heldur leikaramenningin fram og eisini onnur átøk, har m.a. leikararnir samlast eitt heilt vikuskiftið fyri at mennast sum leikarar og persónar. Myndir: Oliver Joensen |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|