Stjørnan

  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir
  • Tilmelding
  • Hvør venur
  • Vit venja
  • Nevnd & Samband
    • Børn - U8 /U6
  • Dystir hesa vikuna
  • Myndir
    • Liðmyndir 2018/19
    • Liðmyndir 2017/18
    • Liðmyndir 2016/17
    • Leikaramenning
    • Gullmyndir
    • Myndir 2017/18
    • Myndir 2016/17
    • Myndir 2012/13
    • Myndir 2011/12
    • eldri myndir

Stjørnan
hondbóltur fyri øll

Okkara kvinnur megnaði tað, fáur hevði roknað við

12/1/2012

Comments

 
 Fyrra hálvfinalan í steypakappingini millum okkara “stjørnur” og Neistan í kvøld bleiv ein sannur gysari, sum endaði við, at okkara kvinnur lógu omaná við einum máli.

Undan dystinum vóru neistakvinnurnar favorittar, og tær komu eisini betur frá byrjan og vóru á odda 15-10, tá umleið 15 min. vóru leiktir. Men so fingu okkara kvinnur betur stýr á serliga verjupartinum, samstundis Guðrum í Lágabø í málinum hevði fleiri góðar bjargingar. Spakuliga tóku okkara kvinnur seg inn á Neistan, og spenningur kom í. Hálvleiksstøðan var 16-15 til Neistin, og dysturin var púra opin.

Seinna hálvleik gekk javnt á, tó hevði Neistin munin stóran part av hálvleikinum. Tá sekstan minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, eydnaðist tað okkara kvinnum fyrstu ferð í dystinum at koma uppá javnleik, og høllin kókaði. Átta min. seinni tóku tær leiðsluna. Við ótrúliða góðum stuðli frá viðhaldsfólkinum hildur tær leiðsluna, tað sum eftir var av dystinum.

Tað var ein veldig frøi á bæði leikarum og viðhaldsfólki, tá dómarnir bríkslaðu dystin av. Hetta var ein ótrúðliga týðandi sigur fyri okkara kvinnur og venjara.

Við sigrinum megnaðu okkara kvinnur, tað fáur hevði roknað við. Men enn er alt púra opið undan seinnu hálvfinaluni, sum verður leikt í Havn um 14 dagar.

Sjálvandi  skulu vit frøðast um úrslitið í kvøld, men tað er umráðandi at fáa armarnar niðuraftur, tí longu sunnudagin, er aftur ein rættiliga týðandi dystur á skránni. Tá fáa okkara kvinnur vitjan av VB, sum er teirra harðasta kappingarneyti um annað plássið í landskappingini

Comments

    Høvuðsstuðlar:

    Picture
    Picture
    Picture

    Aðrir stuðlar
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture
    Picture

    Úrslitatænastan



Stjørnan - t-postur: info@stjornan.com