Komandi vikuskifti verður hol sett á eitt nýtt kappingarár. Okkara besta kvinnulið skal til Vágs at leika móti VB.
Tað verður eitt nógv broytt Stjørnulið, sum fer á vøllum í Vági sunnudagin. Sum flestu kunnugt, so eru seks av leikarunum frá seinasta kappingarári við barn. Tær eru Joan M. Joensen, Durita Mikkelsen, Maria við Neyst, Anna K. Samson, Kristian Griksaite, og Valentina Suciu. Alina Olaru Angel og Durita Chrisotffersen, sum vóru við part av seinasta kappingarári, verða heldur ikki við í ár, umframt hevur Durita Ljósstein sum hevur gjørt av at royna hondbóltseydnuna í Norra. Hon hevur gjørt sáttmála við norska aðrudeildarfelagið Ranheim í Stavanger. T.v.s. at frágongdin er eitt heilt lið. Missurin av hesum leikarunum fer uttan iva at merkjast, men onkur styrkur eisini komin til liðið. Simona Petersen, sum seinasta kappingarár leikti við Tjaldur, er komin aftur til okkara. Tað sama er við Lovisu Andresen, sum seinasta kappingarár leikti við Neistanum. So er 30 ára gamla Corina Iulia Demeterca komin úr Rumenia, men spæliloyvið hjá henni verður neyvan komið uppá pláss til komandi vikuskifti. Málsmannsspurningur hevur verið tað stóra ivamálið. Men Maibritt Simonsen, sum áður hevur staðið í málinum, hevur verið við síðani venjingarnar byrjaðu, og í hesi vikuni er avtala gjørd við Guðri í Lágabø, sum seinastu árinum hevur vart málið hjá Tjaldur, um, at hon kemur at leika við okkum. Hon verður uttan iva ein góður styrkur fyri liðið. Orsaka av stóru frágongdini er hópurin ikki so breiður, sum ynskiligt hevði verið, men vit hava hóast tað eina góða blanding av eldri royndum leikarnum og ungun evnaríkum leikarum, sum nú rættiliga fáa møguleika at royna seg. Tað er við góðum treysti, at vit fara holt við eitt nýtt kappingarár. Tíðin má so vísa, hvussu langt tað røkkur. Vit ynskja øllum eitt gott kappingarár. |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|