Eitt afturvendandi tiltak seinnu árini eftir kappingarlok er gallaveitslan. Her koma leikarar, venjarar, dómarar, leiðarar og onnur, sum vara av hondbóltinum saman at hugna sær eftir eitt langt og strævið kappingarár.
Tað eru ymisk hondbóltsfeløg runt um í landinum, sum hava skipað fyri veitslunum, sum hava verið sera væl eydnaðar, har fólk virkuliga hava hugnað sær. Í ár hava Stjørnan og Team Klaksvík í felag átikið sær at skipa fyri gallaveitsluni, sum verður í KÍ-høllini komandi leygarkvøld. Fyrireikingarnar eru nú í hæddini, og ganga tær væl. Útvið 300 fólk hava teknað seg til veitlsuna, og sum skilst, so verður nógv spennandi á skránni undir borðhaldinum. “Heimskendi kokkurin í Føroyum” Jákup Ziskason stendur fyri matinum, og navnframi Hans Hjalti Skaale verður borðstjóri. At spæla til dansin eftir borðhaldið hava fyrireikarnir fingið sera væl umtókta bólkin Aria við m.ø. Jógvan Hansen sum forsangara at spæla. Tað eru nú nøkur ár síðani Aria seinast var á palli, so tað var verður spennandi at hoyra teir aftur. Fyriskiparnir siga, at karmarnir verða góðir, men tað eru gestirnir, sum skulu fylla karmanar, og heita tey á fólk møta í góðum veitsluhýri, soleiðis at vit fáa eitt gott og ógloymandi kvøld saman. Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar. |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|