Norðlýsið skrivar: Dysturin millum kvinnurnar hjá Stjørnuni og Neistanum gjørdist rættiliga spennandi og undirhaldandi Hetta vikuskiftið varð hol sett á eitt nýtt hondbóltskappingarár. Kvinnurnar hjá Stjørnuni løgdu fyri við at taka ímóti silvurvinnarunum frá í fjørð Neistanum. Neistin kom betur frá byrjan, tær fluttu seg væl fyri hvørjari aðari, og hetta gav verjuni hjá Stjørnuni trupuleikar. Í álopspartinum hevði Stjørnan trupult við at spæla seg til upplagdar málmøguleikar, og tá møguleikin var har, vóru leikarnir ikki nóg neyvir í skotroyndunum, soleiðis at Neistamálverjin í nógvum førum ikki hevði stórvegis trupuleikar við at møta, og tað bleiv straffað við skjótum mótálopum frá Neistanum. Hálvleiksstøðan var 10-16 til Neistan. Tað var eitt hamskift stjørnulið sum kom inn til seinna hálvleik. Tær vóru nógv meira ágangandi í verjupartinum, og tað gav Neistanum stórar trupuleikar at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Í álopinum lág eisini betur fyri Stjørnuni. Sum seinni hálvleikur leið, minkaði munurin støðugt, og tá leiktir vóru 20 minuttir, stóð á jøvnum 20-20, og rættiligur spenningur var í dystinum. Eftir hetta skiftur liðini um at skora, men ongantíð eydnaðist tað Stjørnuni at fáa leiðsluna, hóast tær høvdu møguleikan. Tá ein minnutir var eftir at leika, var støðan 23-23, og Neistin fór í álop. Tað eydnaðist teimum at skora, tá uml. 20 sekund vóru eftir. Stjørnan fór í álop, men tað eydnaðist teimum ikki at skora, soleiðisa at endaliga úrskotið gjørdist, at Neistin dróg longra stráið og vann dystin 23-24. Stjørnuliðið er rættiliga ungt. Tveir av mest royndu leikarunum er ikki við í ár, tær eru Ella (Petersen) Samson og Una Váðklett. Hóast tepra tapið, so má sigast at unga Stjørnuliðið stóð royndina. Málskjúttar hjá Stjørnuni: Tóra Eliassen 7, Jórun B. Nielsen 4, Mina Sirdal, 4, Sonja L. Sirdal 3, Judit D. Jacobsen 3 og Jancy Jacobsen 2 Málsjúttar hjá Neistanum: Daniella Joensen 8, Fríða á Dunga, Eri M Berg og Brynja Høj 3 mál hvør, Ása á Neystabø 2, Tórhalla Thorsteinsson 2, og Birita Ingolfsdóttir, Stina Madsen, Rannvá D. Hanusson og Hjørdis við Stein 1 mál hvør. |
Høvuðsstuðlar:
Aðrir stuðlar
Úrslitatænastan
|